Pauli og Helgi rukku ikki norsku steypafinaluna á hesum sinni

Kristiansand var leingi væl við móti Kolstad, men so skrædnaði seinastu løtuna

Pauli Mittún og Helgi H. Hoydal spældu teirra higartil størsta dyst síðani teir skiftu til Kristiansand í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Í dag spældi Kristiansand hálvfinalu í steypakappingini móti suverena oddaliðnum í bestu norsku hondbóltsdeildini, Kolstad.

 

Tað eydnaðist leingi Kristiansand at geva Kolstad ein skarpan gang. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15, og liðini fylgdust fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Men so dróg Kolstad frá Kristiansand, og endan var, at Kolstad vann dystin 34-25. 

 

Sostatt er steypaævintýrið hjá Kristiansand liðugt á hesum sinni. 

 

Pauli skoraði trý mál og legði upp til trý mál í dag. Helgi kom ikki á máltalvuna í dag. 

 

Kolstad møtir í morgin Elverum í steypafinaluni.