Pauli og liðfelagarnir taptu stórt á útivølli

Sandnes er framvegis aftast í deildini

Mynd: Sandnes HK

Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í Sandnes HK spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu norsku hondbóltsdeildini móti Nærbø.

 

Dysturin í Sparebanken Norge Arena í Nærbø endaði við stórsigri 33-21 til heimaliðið. Tað gekk av skriðuni hjá Sandnes í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Nærbø frammanfyri við 10 málum, 17-7.

 

Pauli bjargaði trimum av 16 málroyndum ta tíðina hann vardi málið. Kappingarneytin, Per Ingvald Søyland Bø bjargaði átta av 25 málroyndum, og stóð seg eitt vet frægari í dag. 

 

Sandnes er aftast í deildini við átta stigum. Tó eru bert tvey stig upp til Bækkelaget og Halden. Kristiansand og Arendal eru fýra stig frammanfyri Sandnes. Bert liðið sum endar aftast aftaná lokið grundspæl flytur beinleiðis niður í næstbestu deildina. Trið- og næstaftasta liðið spæla dystir móti liðum úr næstbestu deildini um rættin at kappast í bestu deildini komandi kappingarár. 

 

Mikudagin klokkan 16.15 spælir Sandnes dyst á heimavølli móti júst Halden, ið er tvey stig frammanfyri Sandnes. 

 

 

 

Mynd: Sandnes HK