Pauli Poulsen og Rig­mor Kølle­skov eru før­oy­a­meist­arar í býar­súkkling

Pauli Poulsen og Rigmor Kølleskov vunnu um vikuskiftið føroyameistaraheitini í býarsúkkling, tá kappast varð í Vágsbotni á ólavsøku.

Kappingin fór fram á einum umleið 700 metra longum teini í hjartanum av Havnini. Startur og mál vóru við standmyndina av Nólsoyar Pálli, og leiðin gekk niðan og oman gjøgnum Gríms Kambansgøtu, Sigmundargøtu og aftur á mál í Vágsbotni.

 

Luttøkan var góð, og líkindini vóru av teimum bestu.

 

Endaspurturin avgjørdi

 

Í manskappingini settu Pauli Poulsen og Konstantinos Garoflos, báðir úr súkklufelagnum Troy, ferð á longu tíðliga í kappingini. Teir sluppu undan hinum súkklarunum, sum royndu at minka um munin.

 

Millum teir, sum jagstraðu oddamenninar, vóru Bergtór Thorsteinsson, Jákup Petur Eliassen, Hilmar Hansen og Bogi Gregersen, men teir megnaðu ikki at koyra fremstu súkklararnar inn aftur.

 

Eftir 40 minuttir og tvey seinastu umførini skuldi føroyameistarin finnast. Tað gjørdist ein sera tættur endaspurtur millum liðfelagarnar úr Troy, har Pauli Poulsen hevði munin og vann við bert einum brotparti av einum sekundi.

 

Rigmor vann trygt

 

Tríggjar kvinnur stríddust um føroyameistaraheitið.

 

Rigmor Kølleskov legði seg tíðliga á odda og helt støðuni allan vegin til mál. Hon vann ein tryggan sigur.

 

Har aftanfyri var størri spenningur um silvurheiðursmerkið. Mai-Britt Svalbard Hansen helt leingi fast um annað plássið, meðan Bjørg Árnadóttir støðugt minkaði um munin. Tá komið var á mál, skiltu bert 17 sekund tær báðar.

 

##med2##

 

Ungir súkklarar á veg fram

 

Tveir ungdómar luttóku í FM-kappingini. Teir vóru Jónatan Gregersen og Benjamin Crooks, sum báðir hava ment seg nógv, síðani teir fóru undir súkkling.

 

Næsta stóra kappingin á føroyska súkklukalendaranum verður Leif Mohr Kring Føroyar 2026, sum byrjar 19. august.

 

Topp-3

 

Menn

 

  1. Pauli Poulsen

  2. Konstantinos Garoflos

  3. Bergtór Thorsteinsson

 

Kvinnur

 

  1. Rigmor Kølleskov

  2. Mai-Britt Svalbard Hansen

  3. Bjørg Árnadóttir