Pauline Collins deyð

Hon var í uppskoti til Oscar heiðursløn og vann Golden Globe.

Bretska Pauline Collins, sjónleikari, er deyð. Hon andaðist á ellisheimi, og hevur í fleiri ár havt parkinsons sjúkuna.

 

Hon er m.a kend fyri leiklutin sum Shirley Valentine í filminum við sama nanvið frá 1969.

 

Hon spældi eisini í The Time of Their Lives, Paradise Road og Quartet.

 

Pauline Collins gjørdist 85 ár.