Í sambandi við at hann signaði eitt nýtt torn á kirkjuni, segði pávin, at kristin fólk ikki kunnu kalla seg kristin, um tey samstundis stuðla kríggi og harðskapi.
– Vit kunnu ikki trúgva upp á Jesus og samstundis stuðla kríggi. Vit kunnu ikki trúgva upp á Jesus og drepa ósek fólk, segði pávin sambært AFP.
Við nýggja torninum er Sagrada Familia nú vorðin hægsta kirkja í heiminum.
Pávin segði eisini, at kristin ikki kunnu venda bakið til fólk, sum flýggja undan pínslum og forfylging.
– Vit kunnu ikki lata vera við at hjálpa teimum, sum flýggja undan pínslum, segði hann.
Pávi Leo hevur áður gjørt greitt, at hann er ímóti krígnum millum USA, Ísrael og Iran, sum byrjaði síðst í februar.
Undir vitjanini í Barcelona nevndi hann tó eingi ávís lond ella ávís kríggj, men helt seg til eina meira almenna áheitan um frið, mannarættindi og kristna ábyrgd.
Útmeldingarnar koma í einari tíð, har fleiri vápnaðir stríðshendingar eru kring heimin, og har pávin fleiri ferðir hevur heitt á heimsins leiðarar um at arbeiða fyri friðarligum loysnunum heldur enn hernaðarligum.
##med2##
##med3##
##med4##














