Payet fer ongan veg

Hóast fleiri søgur hava sent hann úr West Ham, ætlar Dimitri Payet sær at vera verandi

29 ára gamli, Dimitri Payet, hevur hetta seinasta árið havt eitt frálíkt ár. Í seinasta kappingarárinum var hann burturúr besti leikari á liðnum hjá West Ham í Premier League, og til EM-endaspælið í summar, var Payet millum mest eyðsýndu leikararnar á liðnum hjá Fraklandi.

 

Góðu avrikini seinasta árið, hava tí fingið fleiri stórfeløg at liggja framvið eftir franska kreatørinum.

 

Men sambært Dimitri Payet sjálvum, fer hann at vera verandi í West Ham komandi kappingarár.

 

-       Eg havi hoyrt um áhugan, og eg eri sjálvandi freistaður. Men eg elski West Ham, og eg trívist ótrúliga væl í felagnum. Eg klári heldur ikki at bíða til vit skulu spæla á heimavølli á Olympiska leikvøllinum í London.

 

-       So eg verið 100% sikkurt verandi í West Ham. Tað kann eg lova áskoðarunum.

 

Dimitri Payet spældi 30 dystir fyri West Ham í undanfarna kappingarárið. Í teimum 30 dystunum skeyt Payet 9 mál, og legði upp til 12 mál.