PE fer at byggja nýggjan handil á Oyruni

Gomlu neystini eru tikin niður, og nú skal ein nútímans handil byggjast á lendinum.

- Tað var ein undarlig sjón at koyra fram við Oyruni í Norðragøtu í dag. Gomlu neystini á Oyruni, sum ikki eru nógv brúkt seinastu árini, eru tikin niður.

 

Soleiðis verður skrivað á heimasíðuni hjá Eysturkommunu í dag.

 

Her verður víst á, at PE í Norðragøtu hevur keypt gomlu neystini og fer nú at byggja nýggjan handil á stykkinum - ella á Oyruni, tey rópa.

 

Tíðin stendur ikki í stað, og bygdamyndin broytist. Har gomlu neystini stóðu, stendur skjótt ein nútímans matvøruhandil.

 

##med2##