Pedagogarnir fáa fulla løn

Fyri ikki at oyðileggja jólini hjá pedagogunum hevur KAF valt at rinda pedagogunum fulla løn í desembur

Námsfrøðingar, sum eru raktir av verkbanni og verkfalli, fáa fulla løn í desembur, boðar Kommunala Arbeiðsgevarafelagið frá í tíðindaskrivi seinnapartin.

Fyrr í dag bórust annars boðini, um at verkbannið longu var mótroknað í lønini, sum pedagogarnir fingu útgoldna í dag.

Hetta setti sjálvandi nógv í eina sera óhepna støðu, nú lønin var skorin í helvt beint undan jólum.

Hetta kom eftir øllum at døma óvart á Pedagogfelagið eisini, sum mátti boða frá, at tað ikki fekk tikið um endan beinanvegin, men kundi syrgja fyri, at viðurskiftini komu í rættlag aftur í januar mánað. Pedagogfelagið kundi tó bjóða teimum limum, hvørs løn var trekt, eitt gávukort á 1.000 krónur frá FK-handlunum.

Nú hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið so tikið avgerð um kortini at rinda námsfrøðingunum fulla løn í desesmbur, og so heldur bíða við mótrokningini til í januar. 

- Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur í dag avgjørt at rinda námsfrøðingunum, sum eru raktir av verkbanni og verkfalli, fulla løn í desember fyri at geva námsfrøðingunum jólafrið. Verkbannið stendur kortini við, og ov nógv útgoldin løn verður mótroknað í januarlønini, skrivar felagið.

Annika Olsen, forkvinna í KAF skrivar, at tað eru jólini, sum fáa KAF at taka hetta stigið.

- Vit eru greið yvir, at hetta stigið kann hava við sær, at stríðið á námsfrøðiliga økinum gerst longri, tí mistar lønarinntøkur ikki ávirka desember, men nú hava vit í øllum førum givið námsfrøðingunum jólafrið, og so vóna vit at hittast aftur við samráðingarborðið at loysa ósemjuna á námsfrøðiliga økinum, sigur Annika Olsen, sigur hon, og vónar, at Pedagogfelagið í januar eru klárir at rinda limum sínum fyri teir dagar, teir hava verið í verkbanni.