Pengar lupu av hjá Kringvarpinum

Fyri fyrstu ferð síðan Út­varp­ið og Sjón­varp­ið í 2005 vórðu løgd sam­an til Kring­varp Før­oya, hevur stovnurin havt avlop.

Roknskapurin vísir, at í fjør var avlopið 30.000 krón­ur. Annars hevur talan verið um hall hvørt ár. Í 2006 var hall­ið 135.000 krónur, men so versn­aði tey bæði næstu ár­ini, tí í 2007 var hallið 1.290 mill­ión og í 2008 var hallið heil­ar 3.268 milliónir.
Men so fór at ganga fræg­ari, tí í 2009, var avlopið mink­að niður í 599.000 krónur og í fjør bleiv so talan um eitt av­lop, sigur Kringvarpið.
Stýrið fyri Kringvarpið sig­ur, at stóra avbjóðingin er støð­ugt at tillaga virksemið eft­ir skiftandi inntøkum.
Kringvarpsgjaldið er nøk­u­lunda støðugt, men inn­tøk­u­r­nar frá spølum og lýs­ing­um, sum eru ein triðingur av inn­tøku­num­, eru rættuliga skift­andi.
Hesi fimm árini eru lýs­ing­a­inn­tøk­ur­nar hjá Kring­varp­i­num lækkaðar 38%, frá 13 mill­i­ón­um í 2006, niður í góð­ar 8 milliónir í 2010.