Peningastovnarnir fara skeivir

Landsbanki Føroya

Nevnd og ráð landsbankans kunngjørdu fyri tveimum vikum síðan skriv, ið vísti á, at virkisførið hjá einum óheftum landsbanka er munandi betur enn hjá einum landsbanka, ið er partur av politisku fyrisitingini. Felagið Peningastovnar hevur í skrivi roynt at vísa á, at einstakar av grundgevingum landsbankans fyri at hava ein óheftan landsbanka eru annaðhvørt skeivar ella ikki serliga góðar. Av tí at talan er um viðurskifti, sum kunnu vera trupul at skilja, skal Landsbankin við hesum skrivi lÝsa málið, og vísa á, at peningastovnarnir í øllum teim fimm nevndu førunum fara skeivir.

Er landsbankin ein tjóðbanki ?
Felagið Peningastovnar vil vera við, at einans er høpi í einum tjóðbanka, um landið hevur egið gjaldoyra, og um tjóðbankin hevur sum uppgávu at ávirka gjaldoyrakursin og rentustigið, og við at ávirka rentustigið kann ávirka virksemið í egnum landi. Her fara peningastovnarnir púra skeivir. Tá evran varð tikin í nÝtslu í Europa, vórðu flestu europeisku gjaldoyruni avtikin. Evrulondini mistu harvið møguleikan at áseta rentustigið í egnum landi. Um tað var rætt, sum peningastovnarnir siga, so áttu allir tjóðbankar í Europa eisini at verið avtiknir. Veruleikin er, at eingin europeiskur tjóðbanki varð avtikin, tá evran var tikin í nÝtslu. Tvørturímóti er tað so, at Luxemburg mátti stovna ein tjóðbanka fyri at sleppa við í evrusamstarvið.
Veruleikin í dag er, at tað ikki ber til at siga, at annaðhvørt er ein almennur banki ein tjóðbanki, ella er hann tað ikki. Almennir bankar kunnu hava fleiri ella færri av tjóðbankauppgávunum, har rentuásetingin til tess at ávirka virksemið í landinum er ein av fleiri tÝðandi uppgávum. Evrulondini hava valt at flyta uppgávuna at áseta rentustigið og at stÝra gjaldoyrakursinum til Europeiska Miðbankan, men allar hinar uppgávurnar liggja framvegis hjá tjóðbankunum í einstøku londunum.
NÝggju tíðirnar hava gjørt, at tað ikki er full semja um, hvat ein tjóðbanki er, og skal landsbankin ikki fara inn á tað kjakið hesaferð. Landsbankin skal bert enn einaferð vísa á, at bankin hevur tríggjar høvuðsuppgávur: 1) at vera banki hjá tí almenna, 2) at virka fyri jøvnum búskaparvøkstri, og 3) at varðveita trygg peningaviðurskifti í Føroyum. Hesar uppgávur vera í altjóða høpi roknaðar sum tjóðbankauppgávur, og í teimum londum, vit vanliga samanbera okkum við, eru hesar uppgávur lagdar til ein sjálvstøðugan stovn uttanfyri politisku fyrisitingina.

Hevur landsbankin dupult eftirlit ?
Felagið Peningastovnar førir fram, at Fíggjareftirlitið hevur eftirlit við peningastovnunum, og undrast tí yvir, at landsbankin eisini hevur eftirlit við teimum. Teir spyrja tí, um talan er um dupult eftirlit og ynskja at fáa greiði á, hvør í veruleikanum eigur at hava eftirlit við teimum.
Her blanda peningastovnarnir tvær uppgávur saman. Fíggjareftirlitið hevur sum endamál at tryggja álitið á fíggjarsektorin, m.a. við at minka váðan fyri tapi hjá einstaka innskjótaranum. Fíggjareftirlitið hevur eftirlit við einstaka peningastovninum.
Heildareftirlitið við fíggjarsektorinum (sum sambært lógini liggur hjá landsbankanum) hevur sum endamál at verja føroyska samfelagið móti fíggjarkreppum, og harvið verja landskassan móti útreiðslum, ið stava frá at bjarga fíggjarstovnar. Heildareftirlitið við fíggjarsektorinum hevur eftirlit við, at samlaða lánveitingin í samfelagnum ikki verður størri enn ráðiligt.
Hetta eru tvær eftirlitsuppgávur, sum hava hvør sítt endamál. Báðar eru neyðugar og hvørgin kann setast í staðin fyri aðra.
Landsbankin hevur áður víst á, at fíggjarkreppur ofta stava frá, at fíggjarstovnar tilsamans veita ov stór lán, sæð í mun til samlaðu framleiðsluna í landinum. Hetta førir til yvirhiting av búskapinum við m.a. ov høgum prísum á húsum og fyritøkum. Tá lánsfíggjaða virksemið hasar av, standa lánveitararnir við pantum, sum eru fallin munandi í virði, og førir hetta til, at fíggjarstovnarnir fáa munandi tap, tá fyritøkur ella húski fara á húsagang.
Lánsfíggjað yvirhiting var fyrst í 90árunum ein tÝðandi orsøk til føroysku kreppuna og tapini hjá føroysku peningastovnunum uppá slakar 4 milliardir krónur.
Ein tÝðandi landsbanka- og tjóðbankauppgáva er tí at fylgja við samlaðu lánveitingini í samfelagnum og gera vart við, um vandi er fyri, at hon setur gongd í eina yvirhiting av búskapinum.

Kann landsbankin ávirka samfelagsgjaldførið ?
Felagið Peningastovnar førir fram, at landsbankin ikki kann ávirka peningastovnsgjaldførið, og harvið ávirka lánveitingina hjá peningastovnunum. Teir halda tað ikki vera til gagns fyri føroyska samfelagið at fylgja útlánsgongdini, tí landsbankin kortini ikki kann áleggja bankunum avmarkingar.
Landsbankin er samdur við peningastovnarnar um, at er talan um yvirútlán, ov stórt virksemi og yvirupphiting, kann landsbankin ikki ávirka lánveitingarnar hjá peningastovnunum, og harvið ávirka virksemið. Kortini er arbeiðið at fylgja útlánsgongdini neyðugt fyri føroyska samfelagið. Eru tekin um yvirútlán og yvirhiting, kann landsbankin gera vart við tað, og hvat, ið kann gerast við hetta, ma. mæla landsstÝrinum til at føra ein skerjandi fíggjarpolitikk, sum kann minka um búskaparliga virksemið og harvið taka trÝstið av yvirhitingini.
Eru Føroyar ein kredittmarknaður ?
Felagið Peningastovnar vil vera við, at einki høpi er í at siga, at føroyski kredittmarknaðurin er ein sjálvstøðugur kredittmarknaður.
Landsbankin skal gera vart við, at nærum øll sethúsalán og nðtslulán hjá føroyskum húskjum verða veitt av føroyskum fíggjarstovnum. Harumframt verður nærum øll rakstrarfígging og meginparturin av øllum føstum lánum hjá føroyskum fyritøkum veitt av føroyskum peningastovnum. Tó skal viðmerkjast, at útlendskir lánveitarar í ávísan mun veita lán til føroyskar fyritøkur.
Somuleiðis kann staðfestast, at føroysku fíggjarstovnarnir nærum bert læna til føroyskar lántakarar, og at teir ikki í nevniverdan mun læna til útlond. Undantakið er, at teir plasera avlopsgjaldførið í útlendsk virðisbrøv, men í hesum føri er ikki talan um beinleiðis kredittveiting.
Av tí at føroyskir lánveitarar bert læna út í Føroyum, og føroyingar sum heild taka lán í Føroyum, kann staðfestast, at føroyski kredittmarknaðurin er ein serstakur marknaður. Ein kreppa í einum føroyskum peningastovni ávirkar tí í høvuðsheitum føroyska samfelagið. Tað er serliga í sambandi við, at ein føroyskur peningastovnur fær trupulleikar, at landsstÝrið kann kenna sær skyldur at innskjóta nÝggjan eginpening fyri at halda peningakervið koyrandi. Tað er tí serliga týðandi at fylgja føroyskum útlánum til føroyska marknaðin.
Um ein útlendskur lánveitari fer á húsagang av útlánum í Føroyum, fær landsstÝrið ikki sama trupulleika av tí. Tað er kortini neyðugt at fylgja lánveitingunum hjá útlendskum lánveitarum í Føroyum, tí tær kunnu viðvirka til, at samlaðu lánveitingarnar í Føroyum verða ov stórar og verða byrjanin til yvirútlán og yvirhiting.
Annars skal viðmerkjast, at landsbankin er samdur við peningastovnarnar um, at føroyski kredittmarknaðurin ikki er púra lokaður mótvegis útlondum. Peningastovnarnir fara tó alt ov langt, tá teir lÝsa føroyska kredittmarknaðin sum: "ein part av danska peninga- og kredittmarknaðinum".
Teir siga "at føroyingar kunnu eftir vild taka upp lán hjá útlendskum peningastovnum." Øll sum hava eitt vet av innliti í peninga- og útlánsmarknaðin vita, at hetta er ósatt. Um peningastovnarnir hava rætt í, at føroyski lánsmarknaðurin er ein partur av tí danska, so má ein stórliga undrast yvir, at føroyskir sethúsaeigarar ikki taka lán úr donskum fíggjarstovnum, har lántakarar fyri tíðina fáa sethúsalán til umleið 3 % í rentu av 80 prosentum av sethúsavirðinum.

Kann landskassin (gjaldstovan) stÝra gjaldførinum ?
Felagið Peningastovnar vil vera við, at landsstÝrið ikki hevur fyri neyðini at lata ein óheftan stovn stÝra gjaldføri landskassans, men at gjaldstovan eins væl kann gera hetta. Peningastovnarnir halda, at teir ikki kundu funnið uppá at lagt trÝst á landsstÝrið fyri at fáa tað at plasera gjaldføri sítt á ein ávísan hátt, og at tað er óhugsandi, at landsstÝrið hevði latið seg trÝst til at plasera gjaldførið á ein ávísan hátt ella hjá einum ávísum peningastovni.
Til hetta skal landsbankin viðmerkja, at altjóða kredittmetingarstovnar vísa á, at gjaldførið hjá almennum myndugleikum verður betri umsitið, tá óheftir stovnar røkja tað.
Ein partur av hesi umsiting snÝr seg um, at landskassin hevur brúk fyri tiltaksgjaldføri, um afturgongd skuldi rakt búskapin og landskassan. Um búskapurin er í afturgongd, so minkar gjaldførið bæði hjá peningastovnum og landskassa. Landskassin kann tí ikki bara lata gjaldførið til peningastovnarnar soleiðis, at tað verður partur av dagliga gjaldførinum hjá teimum. Um peningastovnurin hevur bundið gjaldførið hjá landskassanum til ymisk útlán, so kann hann ikki vera hetta gjaldføri fyri uttan, tá búskapurin verður raktur av afturgongd. Samstundis er tað júst í búskaparafturgongdini, at landskassin fær brúk fyri tiltaksgjaldførinum. Endamálið við tiltaksgjaldførinum er júst, at hesin peningur skal vera tøkur, tá búskapurin gongur illa, og at landskassin tá frítt skal kunna nýta henda pening at gjalda almennar útreiðslur við. Annars fer almenni búskapurin at sveiggja saman við vinnuliga búskapinum. Landskassin kann tí ikki lata tiltaksgjaldførið til peningastovnar at umsita frítt til at binda í ymisk útlán.
Landsbankin heldur, at peningastovnarnir neyvan fara at leggja trÝst á nakran landsmyndugleika, um at fáa nakað av gjaldføri, so leingi gjaldførið er ríkiligt. Um eitt slíkt trÝst er óhugsandi, tá ein peningastovnur er um at koma í gjaldførisneyð, ivast landsbankin kortini í.
Sum heild heldur landsbankin, at eingin ivi eigur at vera um, at gjaldførið er tøkt hjá landsstÝrinum. Landsbankin skal tí enn eina ferð vísa á, at onnur lond tryggja seg við at lata gjaldførið til ein stovn uttan fyri politisku fyrisitingina, so hon als ikki kann koma undir trÝst frá øðrum, sum eisini hava brúk fyri gjaldføri.