Tað stendur eldru íbúgvunum í Götu og Leirvík í boði at geva smyrjibreyð starvsfólki á G! smyrjibreyð Afturfyri fáa tey sítt egna persónliga armband til festivalin. Hjúnini, Daniel Pauli og Sanna Dalbö, eru aftur til reiðar við breyðflísum í ár, siga tey á G! í tíðindabrævi í kvøld. Klokkan er eitt sindur yvir 15 og úti í Bø nummar 7 í Syðrugøtu verður stákast í køkinum. 78-ára gamla Sanna Dalbö stendur við köksborðið og smyr bitar , ið skulu vera klár í seinast lagi klokkan 16. - Tel breyðflísarnar! Nei, ikki uppá handan mátan! deil í fýra! Jú, tað hoyrist á Sannu, at tað skal vera skil á, nú tey skulu geva starvsfólkunum á G! smyrjibreyð Jú, skilið og handalagið er gott hjá Dalbø-hjúnunum. Tey hava smurt breyð til G! í mong ár. - Í alt eru tað 38 pensiónistar í Eysturkommunu, ið hava meldað seg til átakið , at lata smyrjibreyð afturfyri eitt armband. Men eina eina viku undan G! skuldi byrja, høvdu tey enn einki bræv fingið frá G! Tá vóru tey so smátt farin at stúra fyri, at tey ikki fóru at verða spurd í ár. Men dagin fyri, at G! skuldi byrja, kom brævið inn á gátt og fyrireikingarnar vórðu skotnar ígongd. - Tað eina árið regnaði tað illa á G! Tá komu fólk á gátt og spurdu um matur var til sølu her, greiðir Sanna frá. - Tey fingu ikki mat nakrastaðnis og vóru so vát, so vit bjóðaðu teimum bara inn. Her eru øll vælkomin, sigur Sanna, ið nýliga hevur snøggað sítt purlutta hár. Tvey ommu- og abbabørn koma inn í køkin. Tey hava gjört seg til reiðar at fara oman til festivalökið, og fáa ein muss við á vegnum. - Legg eitt stykki ímillum her, sigur Sanna við harðmæltari rödd. Tað eina raðið er fult, so nú skal bakipapír leggjast ímillum, so klárt er til eitt nýtt rað av breyðflísum. Daniel Pauli Dalbø strekkir bakipapírið út og klippir so, tá tað er blivið nóg langt til breyðbakkan. |