Eftir okkara tykki er ongin ivi: Samhaldsfasta fólkapensjónin eigur at tryggja øllum borgarum virðilig fíggjarkor á ellisárum.
Hugsjónarliga eru frontarnir langt frá hvørjum øðrum, og breiða semjan, sum lá í kortunum undan valinum er syndrað.
Við hesum verður lagt upp til framhaldandi pensjónskjak, serliga ætlað pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og øðrum við áhuga fyri framtíðar vælferð fólksins.