Almannamálaráðið hevur sent út uppskot til ummælis, sum ásetir, at pensjónsaldurin árini 2035 til 2042 stigvíst skal hækka úr 68 upp í 70 ár.
Uppskotið hevur til endamáls at hækka pensjónsaldurin.
Starvsfelagið er millum fakfeløgini, sum hava fingið uppskot landsstýrisins til ummælis, men Súni Selfoss, formaður felagsins ásannar, at felagið enn ikki er liðugt at viðgera uppskotið.
- Vit hava verið nógv upptikin av sáttmálasamráðingum, men vit fara at gera okkara viðmerkingar til uppskot landsstýrisins um pensjónsaldurin.
Súni Selfoss heldur seg tosa fyri felagið, tá hann sigur, at pensjónsaldurin í mesta lagi eigur at verða 68 ár - og slett ikki 70 ár, sum lagt verður upp til.
- Eg haldi, at tað longu nú er politiskt avgjørt, at pensjónsaldurin er 68 ár. Hetta fáa vit neyvan gjørt nakað við, og eg trúgvi, at hetta er nakað, vit kanska kunnu liva við.
Formaðurin í Starvsfelagnum heldur, at tá pensjónsaldurin er 68 ár - ja, tá eigur hann ikki at hækka meira.
- Sum sagt, eru vit ikki liðug at ummæla uppskot landsstýrisins enn, men vit halda, at myndugleikarnir eitt nú kundu hugt eftir fráfaringaraldrinum.
Súni Selfoss heldur, at pensjónsaldurin ongantíð eigur at fara upp um 68 ár.
- Fráfaringaraldurin hjá tí almenna er 70, og tað kann vera, at skilagott hevði verið, at hann var 72, men tá eiga fólk sjálvi at gera av, um tey vilja arbeiða so leingi.
Formaðurin í Starvsfelagnum heldur, at neyðugt er ikki at broyta pensjónsaldurin fyri tað, um fráfaringaraldurin verður broyttur.
Hann heldur, at fólk eiga at hava møguleikan at gevast at arbeiða, tá tey í mesta lagi eru 68 ár.
- Men, er heilsan góð, og fólk orka at arbeiða nøkur ár aftrat, kann fráfaringaraldurin kanska broytast, men ikki pensjónsaldurin, sigur Súni Selfoss.