Per er føddur á Tvøroyri sum triði av sjey systkjum hjá Børge Persson (1921-1982) frá Tvøroyri og Mary f. Thorsteinsson (1922-2004) á Brúgv í Trongisvági. Hini systkini eru Anna Maria f. 1944, Carl f. 1946, Echardt f. 1950, Manne f. 1952, Poli f. 1954 og Elin f. 1957.
Per var upprunaliga skrivstovumaður til hann 1. februar 1973 fór at politiskúla í Keypmannahavn. Eftir lokna útbúgving varð hann settur politistur í Tórshavn.
Hann hevur helst meiri enn nakar annar luttikið í felagsarbeiðinum í Føroya Politistafelag, har hann eisini hevur verið formaður í heili 15 ár, til hann fyri fáum árum síðani ynskti at leggja hetta álitisarbeiði niður og stillaði ikki uppaftur. Soleiðis hevur hann lagt nógv eftir seg í hesum álitisstarvi til gagns fyri felagið og limir tess.
Einki er at ivast í, at nógv av frítíðini hjá Per er farin til fakfelagsarbeiði og vilja vit tí eisini frambera okkara tøkk fyri tað arbeiðið, sum tú útinti á henda hátt.
Felagsarbeiðið var heldur ikki ókent fyri Per. Áðrenn hann kom í politiið, og eftir at hann kom heim aftur, var hann í nevndini á Havnar Fimleikarfelag í samfull 26 ár, harav 14 ár, sum formaður felagsins.
Per er knýttur at Avgreiðsludeildini hjá politinum, har hann burturav røkir uppgávuna við loyvum v.m., sum m.a. ber í sær viðgerð av umsóknum um matstovu-, skeinki,- dansi,- og hissiniloyvir.
Per er giftur við Óluvu f. Mohr, úr Tórshavn, dóttir Tórálvur Mohr og Olgu í Dímum. Per og Óluva eiga tvey børn Arnóru f. 1982 og Tórálvur f. 1988.
Vit vilja á henda hátt ynskja Per og familiuni hjartaliga tillukku við 60 ára degnum og takka fyri gott samstarv í tíðini, sum farin er.
Starvsfelagarnir