Perlan frá Halli

Her sæst fantastiska málið hjá Halli Hansson móti Kasakstan

Hallur Hansson gjørdi eitt av flottastu málunum, sum eru gjørd á føroyska A-landsliðnum, tá hann legði Føroyar á odda 1-0 í dystinum móti Kasakstan í kvøld.

Málið fall í 41. minutti og var talan um eina sanna perlu. Tíverri sæst ikki alt uppspælið í sjónbandabrotinum, men sjálv skotið, sum Hallur bendi í málið við uttaru síðu er vert at hyggja eftir meiri enn eina ferð.