Fleiri munnu helst kenna søguna "Perlan" eftir John Steinbeck. Hetta er ein søga um tað virði, ið ein vøkur perla kundi fingið fyri eina fátæka familju, sum haraftrat hevði eitt sjúkt barn.
Hetta vistu onnur fólk í bygdini, og royndu at fáa fatur á henni. Tað stutta av tí langa var kortini, at henda vakra og kostnaðarmikla perlan als ikki kom til sín rætt. Hon var tveitt aftur á sjógv, og endaði tískil á sama staði, har hon var funnin, uttan at foreldrini fingu umsett virðið av henni til heilivág til sjúka sonin og eina gylta framtíð fyri familjuna.
Fyrr var tað so, at menn og kvinnur kavaðu niður eftir einum slagi av kræklingi, har hesar perlurnar vóru í. Kræklingurin varð latin upp, men rættiliga sjáldan var nøkur perla at finna.
Í dag verður arbeiðið við perlunum gjørt á sama hátt, men nú undir meiri skipaðum viðurskiftum, tí perlurnar verða í dag dyrkaðar í serstøkum perlufarmum.
Kannast við tonnunum
Tað var annars ein japanari við navninum Mikimoto sum fyri eini hundrað árum síðani fann útav, hvussu perlur vórðu gjørdar.
Hann kom nevniliga fram til, at ein kundi fáa kræklingin at gera eina perlu, um ein tók eitt fremmandalikam av skalinum og eitt petti av vevnaði frá einum kræklingi og legði tað í ein annan.
Hetta eydnaðist so mikið væl, at japanar hildu hetta sum eitt loyndarmál í nógv ár. Seinni byrjaðu so kinesarar eisini at dyrka hetta, men enn hava japanar munin á góðskuni.
Perlurnar, sum í dag eru á marknaðinum eru tí allar dyrkaðar perlur, við undantaki av teimum kunstigt gjørdu. Tær dyrkaðu perlurnar kunnu býtast í fimm bólkar: Saltvatnskulturperlur, Tahiti perlur, South Sea perlur og feskvatnskulturperlur.
Tann fimti bólkurin kallast natúrperlur, og finnast tær næstan ikki longur, men Margretha drotning eigur so slíkar perlur, ið eru um 300 ára gamlar.
Skal ein í dag keypa eina perluketu og ivi er um, um hon er ekta, so ber einfalt til at kanna hetta við tonnunum. Kann ein strúka við tonnunum eftir perluni, og tað vísir seg at hon er heilt sløtt, er hon ikki ekta. Tær ektaðu perlurnar eru oftast óslættar.