Petra farin frá sum stjóri

Petra J. Joensen er farin frá sum stjóri fyri Almannaverkið.

Almannamálaráðið og Petra Johnsdóttir Joensen eru komin ásamt um, at hon nú fer frá sum stjóri fyri Almannaverkið.

Petra Johnsdóttir Joensen hevur verið stjóri á Almannastovuni síðani ár 2000, og í samanlagda Almannaverkinum, sum er gamla Almannastovan og Nærverkið, síðani 2011. Petra Johnsdóttir Joensen hevur drúgvar leiðsluroyndir, bæði í Føroyum og Danmark. Hon er útbúgvin sum løgfrøðingur, og seinni hevur hon lokið prógv í Master of Public Policy á Roskilde Universitetscenter.

Aðalstjórin í Almannamálaráðnum, Eyðun Mohr Hansen, røkir fyribils stjórastarvið í Almannaverkinum.

Við almenna Kringvarpið segði landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, at Petra Johnsdóttir Joensen nú eitt skifti fer at røkja eitt annað starv, har hon skal ráðgeva í samband við samanleggingina av Almannastovuni og Nærverkinum.

Landsstýriskvinnan í almannamálum vildi ikki gera viðmerkingar til, um Petra Jonhsdóttir Joensen hevur loyst sínar uppgávur nóg væl ella ikki. Yvirhøvur vildi landsstýriskvinnan illa gera viðmerkingar til viðurskifti, ið koma nærri at tí, at sjórin er farin frá.