Pettersson er á veg úr FCK

Ein av kappingarneytunum hjá Toda Jónsson tykist vera á veg burtur úr Keypmannahavn og aftur um Oyrasund

ÚTISETAFELAG

FCK skal seinnapartin í dag aftur í eldin. Talan er um heimadyst ímóti Herfølge, og setningurin hjá FCK verður at reisa seg og at fáa trý stig, eftir at úrtøkan tvær tær seinastu ferðirnar bara hevur verið eitt stig hvørja ferð.
Á heimasíðu sínari ? todi.fo ? sigur Todi Jónsson, at tað kendist sum vónbrot hjá honum, at tað mikukvøldið í Viborg ikki var pláss fyri honum millum ellivu teir fyrstu. Todi helt seg ikki hava spælt seg av liðnum. Um tað verður pláss fyri honum í dag, ella um hann aftur verður noyddur at sita á beinkinum, meðan Álvaro Santos fær møguleikan, var ikki greitt í gjár.
Tað er heldur ikki greitt enn, men í donsku miðlunum hevur teir báðar seinastu dagarnar verið nevnt, at Jörgen Pettersson kanska er á veg burtur úr FCK. Hann hevur síðani á sumri í fjør verið í felagnum. Upprunaliga varð hann roknaður sum hóttan móti álopsplássinum hjá Toda Jónsson, men hesar seinastu mánaðirnar hevur hann meiri verið mettur sum framrættaður miðvallari.
Tíðindini eru komin fram í svenska Kvällposten, sum veit at siga, at svenski FCK spælarin hevur selt húsini í Lyngby, og at hann hevur keypt hús í Skåne, sum familjan ger seg klára at flyta í.
Blaðið heldur seg eisini vita, at Jörgen Pettersson er á veg aftur til Malmö FF, sum hann áður hevur spælt fyri, og har hann hevur skorað nógv mál.
Jörgen Pettersson hevur ikki verið í fimtan manna hópinum hjá FCK tríggjar tær seinastu ferðirnar, og hann dylur ikki fyri donskum miðlum, at hann er misnøgdur við støðuna, sum hon er:
? Eg eri væl fyri at spæla, men eg sleppi ikki framat. Tað er frustrerandi, og eg havi sagt venjaranum, at eg dugi ikki at síggja nakra orsøk til at vera í FCK, um eg ikki sleppi at spæla. Eg eri opin fyri øllum, og hóast sáttmálaskeiðið hjá mær her í FCK ikki verður liðugt fyrrenn í 2005, so eri eg opin fyri at flyta, tá ið tað á nýggjárinum aftur verður møguleiki at skriva sáttmálar.
FCK venjarin, Hans Backe, hevur ongar viðmerkingar til tað, sum spælarin og pressan vita at siga.
Jörgen Pettersson flutti á sumri í 2002 úr týska FC Kaiserlautern og til FCK. Tá varð hann mettur sum maðurin, ið fór at verða mest støðugi málskjúttin í FCK. Síðani hevur hann verið nógv skaddur, og tað kann ikki annað enn staðfestast, at hann ongantíð hevur megnað at troðka seg framum Toda Jónsson í røðini av framrættaðum FCK spælarum.