Petur Højgaard 90

Seiggið er øgiligt í slagnum og hann bregður ikki úr ætt, nú hann er farin um alla lóg og allan rætt í árum.

Guðsmaðurin Móses sigur tað so sera væl í Sálmunum: Lív okkara varir 70 ár – ella 80 ár, táið styrkin er nógv; og táið tað er frægast, er tað møði og fáfongd; tí skjótt er tað yvirstaðið, vit flúgva avstað.


Petur Højgaard er farin spolandi um kempu- og dustsins aldur, og nú hann fer um níti ára hvarvið, sæst nærum ikki elli á honum, og í sinninum er hann framvegis ein unglingi, sum alla tíðina ýtar av eftir menningini í samtíðini, meðan høvuðsmálini eru tey somu. Í andaligum samanhangi Hann ið øllum valdar og í politiskum regi Republikkin Føroyar.


Petur er tað sum vit glyvramenn plaga at rópa fyri heiðamaður. Sjálvur dámar honum betri bygdanavnið Saltangará. Hann varð borin í heim 16. mai 1918. Sonur ein av kendu rituvíkingunum, Palla, og Fíu, slektað av Skipanesi. Sum flestu føroyingar tá í tíðini kom hann at balast á sjónum stóran part av lívinum. Hann var við “Lizzie”, sum Jógvan á Høgabóli førdi, síðani var hann við skyldmonnunum í Rituvík - við “William Martin”.


Hann saðlaði rættiliga um í 1938. Trolið dróg og hann er kendur í landinum, sum ein av størstu ekspertunum í hesum reiðskapinum, ið kom at hava so stóran týdning fyri vinnulív føroyinga. Hann gjørdist partaeigari í trolaranum “Tór 1” hjá Tórfelagnum í Havn, og var við honum til hann flutti umborð í “Tór2” í 1939, saman við Jákupi á Trøðni sum var skipari. Fyrst undir stríðsárunum var hann í eina tíð við Hans Peturi í Brekkunum av Toftum, sum var farin at føra “Lizzie”, men í desember 1940 mynstraði hann aftur við “Tór1” har Hans í Nýggjustovu í Nólsoy nú var skipari.


Hendan túrin royndu teir norðarlaga á Glettingargrunninum, teir vóru til saltfisk, og tað gekst væl í hond. Hópin av leysum minum flutu í vatnskorpuni um hesar leiðir og ein av teimum brast nærhendis trolaranum. Hann var at kalla fullur undir lúkurnar, táið teir hálaðu hetta kvøldið, og Petur, sum hevði deksvakt, skuldi taka afturlemmin. Táið 15-favna merkið kom, var aftur ein ræðuligur minubrestur, sum raseraði skipið, og táið hann síðani fór at leka, var ikki annað at gera enn at seta bátarnar út og rógva til lands. Trolarin fór til botns. 17 fjórðingar róðu teir 18 menninir í eini lítlari jollu og íslendingar tóku væl ímóti teimum í Brúnuvík.


Totalhavaríið av minuspreingini á Eysturlandinum tók ikki dirvið frá honum, og stutt eftir fór hann við “Suðuroynni” hjá Tórfelagnum. Veturin 41/42 tók Petur skiparaprógv í Havn og annars silgdi hann stríðsárini á tamb. Eftir tað var hann við fleiri føroyskum skipum, síðani við týskum trolara og í 1955 fór hann við íslendskum trolara sum maður og bátsmaður. Har var hann m.a. saman við skaldinum Steinbirni B. Jacobsen. Seinri var hann við russum á sild norðanfyri Føroyar. Hetta kom í eftir eina avtalu, sum Sildasølan hevði gjørt við sovjetisku fiskiveiðimyndugleikarnar. Kalda kríggið herjaði, og Petur veit mangar góðar søgur frá tí tíðini, og tað var ikki sørt, at politisku andstøðingar hansara høvdu hug at arga hann við, at hann lat seg ávirka av propaganduni hjá politisku kommiserunum umborð, róðu líkasum framundir, at politiska tjóðveldissálin var farin at rodna í meira lagi. So ísakøld vóru viðurskiftini tá ímillum eystur og vestur, so stórt var mistonksemið, óttin fyri tí ókenda, vældokumeterað í svørtu bókini um hesa tíðina, at ein seiglívað søga gongur um, at Petur, ein dagin hesin russarin, hann var við, lá úti á Molanum í Havnini, varð biðin um at koma niðan á Marinustøðina at tosa við amerikanskar og danskar myndugleikar og fregnartænastumenn um at gerast vesturlendskur agentur mótvegis eysturblokkinum – Warshavasamgonguni. Hann skuldi vísa hesi áheitan um njósning ógvuliga bastant frá sær, umgangandi – hann vildi ikki svíkja sínar lagsbrøður – russisku fiskimenninar.


Síðani var hann maður, bestimaður og skipari við fleiri skipum heilt fram í seinru helvt av sjeytiárunum, táið hann fór í land, og eftir tað arbeiddi hann heilt fram í ellisár á trolvirkinum Vónini í Fuglafirði. Har menti hann saman við nógvum øðrum eitt alheims virki, og hugdjarvur sum hann er, brúkar hann framvegis sítt góða og praktiska høvd til at filosofera um, hvussu hesin reiðskapurin kann mennast uppaftur meira. Í longri tíð hava skilamenn, sum eitt nú Kristian Zachariassen á Fiskirannsóknarstovuni, gjørt royndir við einum segli á høvuðlínuni, sum Petur heldur kann vera ein rættilig rationalisering í trolfiskiskapi. Spennandi verður at frætta, hvussu úrslitið av hesum royndum fara at hilnast.


Petur er giftur við Elsu Mariu slektað av Toftum. Tey settu búgv í Heiðunum, í gerðinum hjá Palla, og Petur hevur verið óførur innløgumaður. Tey mundu vera ímillum tey seinastu húsini, sum høvdu kúgv her umleiðir, og hann hevur verið óførur at velt. Tey eiga 9 børn. 3 dreingir og 6 gentur. Í andaligum spurningum stendur Petur á klettagrund, ongin megnar at vika hann úr gomlu trúnni hjá føroyingum, og hann er fastur fúsur í Glyvra Kirkju.


Tað ber til at siga, at Petur er eitt politiskt paradoks. Sunnari endin á oynni hevur ikki verið hildin at verið serliga progressivur tíansheldur nationalur, táið tað ræður um politiskar hugsjónir. Og eg minnist sum smádrongur og tannáringur, at tað varð nógv tosað um hendan einaran, sum hevði stungið høvdið uppúr fjøldini, og gekk aðrar leiðir enn dastið av tí fjøld, hann búleikaðist millum. Krígsárini hava ivaleyst ávirkað hann nakað, men sannroyndin er heldur hon, at hansara sterka intellekt, evnini at hugspekja, filosofera, førleikin at lesa, skriva og yrkja og megin alla tíðina at duga at síggja støðuna úr erva og gera niðurstøður úr heildarmyndini, hava rikið hann uppí tað valaliðið av føroyingum, sum vildu, at føroyska tjóðin skuldi gerast ein statur, ein republikk. Havi ikki hitt nakran sannførdari loysingarmann á leiðini og táið hann samstundis er vælvigaður á sosiala ásinum fær politiska bræðingin valla verið betri. Hann hevur ongantíð havt persónligar politiskar ambitiónir, men harfyri gjørdist hann ein av teimum fremstu í broddi fylkingar, táið Erlendur Patursson og aðrir framherjar valdu at stovna Tjóðveldisflokkin. Og síðani hevur Petur Højgaard verið ein av súlunum sum flokkurin, og ikki minst felagið í Eysturoynni, altíð kundu liggja í lívd av, eisini táið hóttafallini komu og tað stóð mest á, hann boygnaði ongantíð. Hann var og er avkláraður.


Táið eg eri javnur í árum við eitt av miðlingabørnum hansara, so var tað sjálvandi ongin natúrlóg, at okkara vegir skuldu renna saman. Men tað hendi miðskeiðis í sjeytiárunum, táið eg gjørdist limur í lokalfelagnum í oynni. Í 1984 mundi hann vera upphavsmaðurin til áheitanina, um at fáa undirritaða at gerast kandidat til løgtingsvalið tað árið, og síðani hevur tú verið mær ein hollur stuðul. Eitt strategiskt høvd við beinari kós, ongum misvísningi og ongari deviatión. Tú rættar kumpassina sjálvur so hvørt sum dagarnir líða, og nú eri eg vísur í, at tú letur ikki vesturskinið taka teg fyrrenn tínir landsmenn, við Tjóðveldinum á odda, frammi í skuti, hava tikið sakina í egnar hendur og sloppið okkum burturúr hesi ómegdarstøðuni, kolonistandinum, danska heimastýrinum, hvørs substans tú ongantíð hevur skilt. Tíansheldur fert at skilja ella at góðtaka sum ein endaligan tilstand. Tú rørt saman við óvendandi djúphavsstreymunum hjá tjóðskaparrørsluni. Og tað sjóvarfallið rekur bara ein veg.


Táið fólkaatkvøðan rundaði tey seksti, vísti tú á einum serliga vælvitjaðum fundi norðuri á Eiði, at flogvitið eisini kann brúkast í eini skemtiligari jargon. Eftir at Edmund Joensen hevði bedýrað, at hungur og hall høvdu herja landið, um loysingin gjørdist veruleiki 14. September 1946, mælti tú ímóti so sera beinrakið, táið tú hugleiddi og mintist tann vakra morgunin, 15. September hetta sama árið, og staðfesti, at hønurnar vurpu júst sum dagin fyri, kýrnar mjólkaðu tað sama og at genturnar vóru blivnar so serliga vakrar á at líta eftir hesa eksistensiellu avgerðina hjá føroyingum. Tá rungaði láturin í EB-húsinum og tú hevði vunni spælið.


Petur er yrkjari, og ein av hansara sangum verður nú tíðum spældur í Útvarpinum. Tú føddur ert føroyingur fríur. Flokkurin heilsar tær á hesum merkisdegi og ein fuglur hevur sungið fyri mær, at Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevur ætlanir um at tilnevna teg til fyrsta heiðurslim felagsins síðani stovnan, nú táið tú, saman við fjølskylduni allari, fert at hátíðarhalda dagin í Sjócafé´ini í Runavík, har móttøka verður ímillum kl. 6 og 10 í kvøld.


Blíðan byr kæri frændi. 


tórbjørn jacobsen