Petur Hans Poulsen 60 ár

Hósdagin 8. januar rundar ein vælkendur uppsaladrongur tey seksti.

Petur Hans Poulsen er føddur í Klaksvík í 1949 og er sostatt millum teir elstu í tí litríka árganginum, sum klaksvíkingar rópa ”fortyniner”. Í hesum liði eru nøvn sum Ólavur Presley, Agnar á Dul, Eliesar hjá Bernhard Brim, Sørin hjá Hans, Trygvi hjá Jens í Árnafirði, John P. Danielsen, Óli á Dalinum o.s.fr.


Petur Hans er sonur Onnu Sofíu (fødd Klakkstein) dóttir Malenu og Jógvan bónda í Innistovu í Klaksvík, og hegnismannin Poul Jóhan Poulsen úr stovugarðinum á Uppsølum. Petur Hans er yngstur í einum barnaflokki uppá átta systkin: Hans, Jóna, Andras, Jógvan, Kristin, Ragna, Súna og Petur Hans.


Í 1966 tók Petur Hans realprógv í Klaksvíkar Skúla. Longu árið eftir fór hann at starvast á posthúsinum í Klaksvík, og har er hann framvegis eftir meira enn 40 ár í trúgvari tænastu.


Evnini eru fjølbroytt. Petur Hans spældi á dreingjaliðnum hjá KÍ og seinni spældi hann hondbólt við Stjørnuni. Men best man hann vera kendur sum telvari og guittarspælari. Hann spældi við ymiskum orkestrum sum t.d. Sóljan, Birds, og telist millum frægu guittarsnillingarnar.


Í Klaksvíkar Talvfelag hevur Petur Hans verið ein sonn eldsál. Áhugin fyri telvingini varð kveiktur í skótaliði Nólsoyar Pálls, har Petur Hans luttók í síni fyrstu kapping. Seinni gekk leiðin í Klaksvíkar

Talvfelag, sum Michael Matras endurstovnaði seinnapartin í sekstiárunum. Samanborið við Havnina og Vestmanna var Klaksvík eitt u-land í talvhøpi. Talvsamband Føroya varð sett á stovn í 1970 og sama heyst varð skipað fyri fyrstu liðkapping millum feløgini. Men Klaksvíkar Talvfelag luttók ikki í hesi kapping, av tí at felagið metti sína styrki munandi lægri enn í øðrum feløgum.


Á heysti 1971 meldaði felagið seg til liðkapping á fyrsta sinni. Fyrsta mótsøðulið var Havnin og tað eydnaðist Petur Hans at vinna sítt talv. Hann skrivaði sostatt talvsøgu henda dagin (10. okt. 1971) við at vinna felagnum fyrsta stigið. Klaksvíkar Talvfelag gjørdi sær ikki fyri skommum hendan veturin, hóast talan ikki bleiv um heiðursmerkir hetta árið. Á páskum 1972 luttók felagið í sonevndu Wood-kappingini á fyrsta sinni. Her gjørdi Petur Hans bart og hevði eina framúr kapping.


Fáar vikur seinni byrjaði aldarinnar talvdystur í Reykjavík ímillum amerikararan Bobby Fischer og russaran Boris Spassky. Petur Hans fylgdi sera væl við HM-dystinum í Íslandi. Honum dámdi sera væl talvstílin hjá Bobby Fischer.


Tá posturin skuldi berast út á Skáltavegnum var stundum drúgvur steðgur í nr. 14, tí har stóðu talvfólk á stovuborðinum og seinasta talvið úr Reykjavík varð endavent á Skáltavegi 14, ímeðan onkur granni undraðist hvar Dimman bleiv av.


Petur Hans fór seinni undir frálæru í telving í talvfelagnum – serliga fyri yngri kreftir.


Menningin í Klaksvíkar Talvfelag var eisini stór tey næstu árini, og felagið hevur ígjøgnum árini vunnið fleiri FM-heiti, bæði fyri einstaklingar og lið. Tá føroyska talvlandsliðið luttók á talv OL í Manila á Filipsoyggjunum var Petur Hans liðformaður.


Fyri ári síðani avgjørdi Klaksvíkar Talvfelag at útnevna Petur Hans til heiðurslim. Hetta hevur hann søtliga uppiborið.

Hann hevur verið formaður felagsins í meira enn 30 ár og røkir framvegis oddasessin.


Føðingardagsbarnið er eyðmjúkur av lyndi og dámar neyvan, at nógv hóvastsak verður gjørt burturúr. Men vit senda bestu kvøður á føðingardegnum til Petur Hans og somuleiðis Signy, ið hevur verið ein hollur stuðul bæði hjá Petur Hans og Klaksvíkar Talvfelag.



Talvvinir úr KTF