Tað má verða heldur sjálvsamt, at ein uppflytari fær tilgongd av tveimum landsliðsspælarum. Klæmint A. Olsen var gott nokk bara útleigaður til íslendska Breiðablik, men vandi var altíð at hann ikki kom aftur. Nú er Petur Knudsen eisini komin í hópin.
- Eg haldi at vit hava eitt spennandi lið. Eg haldi eisini, at vit hava eitt spennandi álop og vit skulu helst upp at spæla um Evropa-plássini, sigur Petur Knudsen.
Hann bleiv í 2020 valdur til ársins spælara í føroyskum fótbólti. Hetta við góðari hjálp frá Klæminti A. Olsen. Nógv bendir á, at álopið verður millum tey mest spennandi í komandi kappingarári.
Nógv at velja í millum
Avgerðin um spæla í Føroyum bleiv ikki tikin fyrr enn fyrst í februar, tá flestu flytingarvindeyguni í Evropa vóru latin aftur. Málið um at spæla uttanlands er ikki slept, men tað bleiv bara ikki hesuferð.
- Eg hevði nøkur tilboð úr næstbestu deildini í eitt nú Danmark, og úr bestu deildini í Finnlandi, avdúkar Petur Knudsen.
25 ára gamli framrættaði miðvallarin, sum eisini kann spæla í álopinum, var umbiðin av fleiri føroyskum feløgum. Hann endaði við at gera ein trý ára sáttmála við barndómsfelagið. Hetta er ein staðfesting av, at Petur Knudsen ætlar sær at ganga í fótasporunum hjá Klæminti A. Olsen, sum einas hevur spælt við NSÍ í Føroyum.
Av kappingarneytunum mundi HB hava størst ynski, at fáa Petur Knudsen, so hann kundi avloysa Adrian Justinussen, ið er farin til Hillerød. Tað felagið, sum Petur Knudsen tó hevur næst størsta tokka til, var Víkingur.
- Eg umhugsaði nokk mest Víking. Eg havi sum ungur spælt í Gøtu saman við Adriani Justinussen og Víkingur var eitt felag eg umhugsaði. HB var eisini í myndini og vit vóru komin so mikið langt, at vit byrjaðu upp á samráðingar, men HB er eitt nýtt projekt. Eg eg veit ikki tað er tað rætta fyri meg, sigur Petur Knudsen.
Dreymurin um at fara uttanlands er ikki sleptur. Høvðuspersónurin váttar, at tað er møguleikar sáttmálanum, ið loyva honum avstað.
Les alla greinina í Fótbóltsblaðnum hjá Sosialinum.