Petur Mohr Dam og fjarrit 1946

Zakarias Wang
----

Eitt mál, sum undrar meg, er at Petur Mohr Dam í tí samrøðu, sum eg hevði við hann í 1964, sigur at hann hevði sent fjarrit niður til donsku javnaðarmenninar um fólkaatkvøðuna leygar­dag­in tann 14. september 1946 áðrenn borgarar á Tvøroyri komu við sínum mótmæli til radioavísina mána­dagin tann 16. sep­tember.
Tað hevur ikki borið mær til at funnið nakað slíkt fjarrit. Men tað eru jú mong sum hava hugt eftir skjølum á ríkisskjalasavninum og í skjalsavninum hjá donsku arbeiðararørsluna.
Forvitnisligt hevði ver­ið at fingið at vita, um nakar av hesum kannarum hevur funnið fjarrit frá Peturi Mohr Dam sum er sent áðrenn seinnapartin mána­dagin tann 16. september 1946.