Petur og El Paso leiktu javnt á heimavølli

El Paso Locomotive er framvegis nummar sjey í deildini

Tíðliga í morgun tóku Petur Knudsen og liðfelagarnir í El Paso Locomotive móti San Diego Loyal í Western Conference í næstbestu amerikonsku fótbóltsdeildini.

 

Dysturin endaði við málleysum javnleiki 0-0.

 

Petur byrjaði inni, men var skiftur út beint aftaná steðgin.

 

El Paso er nummar sjey í deildini við 44 stigum. Teir eru trý stig frammanfyri nummar níggju, Monterrey sum hevur 41 stig. Týðandi er hjá El Paso at enda millum átta tey ovastu liðini, so teir kunnu vinna seg í endaspælið.

 

Sunnudagin spælir El Paso móti Memphis á útivølli.

 

Petur hevur nú fingið spælitíð í seks dystum hjá El Paso, men enn hevur hann ikki skotið tað fyrsta málið í kappingini.