Petur Prent í Lítluvík

Í dag letur Petur Prent Mikkelsen upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Petur Mikkelsen kenna tey flestu sum Petur Prent og tað er eisini tað, ið hann skrivar á málningar sínar.

Petur Prent letur í dag upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Við eru eini 60 verk.

- Hví ikki mála tað, ið ein gongur á? Eg máli grót, skursl og mosa, hóast tað kanska ikki er so brávakurt, sigur Petur Prent.

Tað er mest umhvørvið við Boðanes og Hoydalar og Hoyvík, ið hann hevur málað, umframt, Gásadal, Gøtu og Rock All.

Eisini hevur prentarin ella grafikarin nøkur lino-prent við, ið eru hondprentað og eisini er ein træskurður við.

Sýningin er í døgunum frá 22. til 26. mars og er opin frá klokkan 15 til 19.