Fótbóltur
Tað var longu í fjør heyst gjørt greitt, at kappingarárið 2006 millum annað skuldi brúkast til at finna mannin, sum næstu árini skal vera føroyska umboðið í altjóða dómaraheiminum.
Lassin Isaksen, sum hevur røkt hesa uppgávu í fleiri ár, fellur nú fyri aldursmarkinum, og tí stóð skjótt greitt, at talan mest sum skuldi verða um kapprenning millum fremstu dómararnar um tøka sessin.
Nakrir snøklar eftir
Í fjør var stór semja um, at Petur Reinert hevði verið stinnasti dómarin, tá ársins bestu vórðu avdúkað á Gallakvøldinum í Leirvík.
Hetta hevur helst eisini virkað til, at Petur ígjøgnum árið hevur verið favorittur til tøka FIFA-plássið. Og hóast formligu boðini enn ikki eru komin úr FSF-húsinum, so er tað ein staðfesting, at Petur nú er innstillaður. Enn eru einstaskar royndir eftir á skránni, og stendur hann hesar, so er talan mest sum um avgreiðsluspurning, áðrenn endaliga tilnevningin fer fram.
Vit hava spurt Petur Reinert sjálvan og formannin í Dómaranevndini hjá FSF, Karl Vidtfeldt um viðmerkingar, men hvørgin teirra vil siga nakað sum helst um málið. Helst tí nakrir snøklar enn eru eftir at greiða. Og at málið tí enn ikki er heilt skottrygt. Umframt Petur Reinert, verða Regin Egholm, Jens Albert Simonsen og Jón Kári Frederiksen innstillaðir at verða altjóða hjálpardómarar.