Petur Skeel Jacobsen áttati

Í dag, 28. juni, verður Føroya kendasti veðurmaður, Petur Skeel Jacobsenn áttati

Petur Skeel varð føddur í Tungugøtu í Havn tann 28. juni í 1925. Pápin, Mourits E. Jacobsen, var ættaður úr Kaldbak og mamman av Eiði. Hon doyði í barsilssong við Petur Skeel. Sum seks ára gamal flutti Petur Skeel til Kaldbaks og vaks upp hjá ommubeiggjanum, Petur Skeel Nolsøe, sum var bóndi í Kaldbak.
Sum 19 ára gamal fór Petur til Havnar á Preliminerskúla. Hetta var undir krígnum, og skúlin hevði hølistrupulleikar, tí gingu tey í skúla í Realskúlanum ? aftan á døgurða frá kl trý til út á kvøldið. Skúlin flutti aftur á VBV seinni, og Petur Skeel tók prógv har í 1946.
Petur fór tá í læru á Gjaldstovuni og arbeiddi har í nøkur ár, til hann sá eina lýsing eftir fólki at koma at starvast á veðurstøðini, sum kom í 1946, og sum helt til á Skanskanum. Petur Skeel søkti og fekk starvið.
Úti á Skansanum vóru einki serligar umstøður hjá Veðurstøðini ? men seinni flutti støðin í stásiligari høli úti í Grønlandi ? á Svalbardsvegnum.
Fram til 1962 arbeiddi Petur Skeel skiftivís á Gjaldstovuni og á veðurstøðini. Men í 1962 fór hann til Danmark og fór í starv hjá Meteologisk Institut.
Petur Skeel var í Danmark í 29 ár ? frá 1962 til 1991. Men tað var av tilvild, at hann kom aftur til Føroya.
Veðurfrøðingurin á flogvøllinum var komin til pensiónsaldur og fór frá. Tí varð Petur Skeel spurdur, um hann vildi fara til Føroya at taka yvir.
Í 1993 flutti verðurtænastan av flogvøllinum til Havnar ? at húsast hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni Yviri við Strond.
Í 1990 ? tá Petur Skeel gjørdist sjeyti, fór hann frá sum veðurmaður. Tá var hann rættuliga vorðin fólkaogn sum tann hugnaligi veðurmaðurin í »Góðan morgun Føroyar« í útvarpinum, har hann dagliga spáddi um veðrið.
Kona Petur, Malla, sum var ættað úr Rituvík, doyði í 1987. Tey eiga tríggjar deringir, sum allir búgva í Danmark við familjum.
Síðani 1996 hevur Petur Skeel verið fastur fúsur her í Sosialinum. Hann er á blaðnum hvønn dag, har hann skrivar veðurtíðindini á baksíðuni. Hann lesur ymisk veðurkort, og út frá teimum og veðurforsagnunum frá DMI, ger hann so sínar veðurforsagnir.
Petur Skeel hevur eisini ymisk frítíðarítriv. Honum dámar sera væl at dansa, bæði føroyskan dans, sum hann altíð hevur gjørt nógv við ? eisini árini í Danmark. Hann er eisini fastur fúsur í dansifelagnum Dansifrøi.
Petur Skeel býr í egnum húsum í Tórsbyrgi í Havn. Hann er farin til Danmark at halda dagin saman við familjuni. Adressan er: Nørupvej 28, 2610 Rødovre.
Vit á Sosialinum ynskja honum hjartaliga tillukku við degnum!