PF Enniberg, sum í februar leigaði og yvirtók pantið í partrolararnir Jaspis og Ametyst, sum Faroe Fish I átti, hevur nú eisini keypt partrolararir. Tað skrivar Suðuroyarportalurin í dag. Mortan Johannesen sigur við Suðuroyarportalin í kvøld, at Enniberg fyribils hevur keypt skipini bæði, men at tað innan stutta tíð verða gjørdar nakrar broytingar í eigaraviðurskiftunum.
Ætlanin er framvegis at Jaspis og Amatyst koma at sigla út frá Vági, eins og teir hava gjørt, síðani teir fóru til fiskiskap aftur, sigur Mortan Johannesen.
Tað er ikki alment hvør keypsprísurin fyri skipini bæði hevur verið, skrivar Suðuroyarportalurin.