Ph.d.-verja: Gunnhild Helmsdal

Fríggjadagin 12. Juni 2026 verjir Gunnhild Helmsdal ph.d.-ritgerð við heitinum: “Long COVID in the Faroe Islands”.

 

Verjan verður klokkan 13:00 í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn, skrivar setur.fo.

 

Sum ph.d.-lesandi hevur Gunnhild verið starvssett í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.

 

Vegleiðaratoymið:

 

Maria Skaalum, adjungeraður professari á Setrinum, høvuðsvegleiðarar

 

Pál Weihe, professari, hjávegleiðari

 

Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og granskari, hjávegleiðari

 

Metingarnevndin:

 

Anna Sofía Veyhe, lektari á Setrinum (forfólk)

 

Helena Liira, professari á University of Helsinki

 

Thomas Benfield, professari á University of Copenhagen

 

Samandráttur:

 

Lesið føroyska samandráttin av ritgerðini: https://www.pure.fo/en/studentTheses/long-covid-in-the-faroe-islands/

 

Ritgerðin er tøk á Pure-vanganum hjá Gunnhild: https://www.pure.fo/en/persons/gunnhild-helmsdal/

 

Verjan verður á enskum máli.