Í morgin fríggjadagin fer søgufrøðingurin Hans Andrias Sølvará at verja ritgerð fyri ph.d.-heitið; ritgerðin umfatar bókina Frá sjálvstýri móti loysing, sum kom út í 2014, og The Rise of Faroese Separatism, sum kemur út í bók ein av fyrstu døgunum.
Søgufrøðingurin verður sjálvur søguligur, tí ph.d.-verja hansara verður stroymað. Hetta verður fyrsta ferðin, at ein ph.d.-verja á Fróðskaparsetri Føroya verður stroymað. Leinkið til stroymingina finst her:http://setur.fo/video/video/
Evnið fyri ritgerðini hjá Hans Andriasi Sølvará er sambandið millum framkomuna av føroyskum politikki og viðurskiftini Føroya og Danmarkar ímillum árini 1906-1925. Samstarvið millum londini bæði í hesum tíðarskeiði byrjaði í sátt og semju og endaði í ógvusligum ósemjum. Í ritgerðini leggur Hans Andrias Sølvará seg eftir at lýsa hesa gongdina og at greina, hví tað spældi so av. Ph.d.-verjan verður á Námsvísindadeildini á Frælsinum og byrjar kl. 13.