Philip prinsur vildi hava Dianu av vegnum

Mohammad al-Fayed vil nú vera við, at Philip prinsur hótti Dianu prinsessu, og at hann vildi hava hana av vegnum

Bretar eru skelkaðir av tíðindunum, sum Mohammad al-Fayed kemur við í einari samrøðu við blaðið The Sun.
- Einaferð vit vóru og hildu frí í Suðurfraklandi, segði Diana við meg: Hendir nakað mær, so mást tú lova mær, at tey, sum hava ábyrgdina, verða avdúkað. Tað er Philip, prinsur, sum stendur aftan fyri hóttanina ímóti mær.
Soleiðis sigur Mohammad al-Fayad við The Sun, og hann heldur fram:
- Kongshúsið vildi hava Dianu av vegnum, so Charles, prinsur kundi gifta seg aftur. Diana segði mær, at ein ólukka fór at henda henni, annaðhvørt tá hon var í einari tyrlu ella einum bili. Kongshúsið góðtók ikki, at hon og sonur mín vóru væl, og hóttanirnar gjørdust eisini fleiri, tá hon kom saman við Dodi.
Samrøðan í Suðurfraklandi var tíggju mánaðir undan vanlukkuni í París, tá Diana og Dodi al-Fayed doyðu. At Diana hevði varhugan av, hvat fór at henda sær, sæst eisini í einari bók, sum fyrrverandi tænari hennara, Paul Burrel, hevur skrivað. Í bókini er eitt bræv, sum Diana skrivaði tænaranum.
"Tey ætla at gera okkurt við bilin hjá mær, kanska bremsurnar, so tey kunnu rudda slóð fyri, at Charles kann gifta seg aftur", skrivar Diana í brævinum, sum hon skrivaði í oktober í 1996. Tíggju mánaðir seinni doyði hon.