Tað segði hon á einum tiltaki hjá danska blaðnum Information á Fólkafundinum á Bornholm, skrivar Ritzau.
Útmeldingin kemur, eftir at Thomas Nystrøm hevur viðgingið, at hann fyrr hevur skemmað fleiri fólk í SF. Hann arbeiddi áður hjá flokkinum, men varð koyrdur úr starvi eftir mál um óhóskandi atburð.
Nú er hann settur sum serligur ráðgevi hjá búskapar- og innlendismálaráðfrúnni, Piu Olsen Dyhr.
– Hann er ikki settur í starv hjá SF, tí tað hevði verið skeivt. Hann er settur í ráðnum sum mín ráðgevi. Tað ber ikki til at vera á sama arbeiðsplássi, og tí er talan um eitt annað arbeiðspláss, segði Pia Olsen Dyhr.
Setanin hevur vakt kjak í SF. Millum atfinnararnar er Lotte Kofoed, býráðslimur hjá SF í Frederiksberg, sum í 2020 segði seg vera skemda av Nystrøm.
Lotte Kofoed sigur, at skemmingin fór fram á landsfundi hjá SF, tá Thomas Nystrøm brádliga stakk hondina niður í trussurnar hjá henni og nerti við kynsgøgn hennara. Hon sigur, at hon skumpaði hann frá sær og fór inn í eitt annað rúm, men at hann síðani kom aftaná henni og stoytti øl út yvir hana.
Pia Olsen Dyhr heldur tó, at fólk eiga at fáa ein nýggjan møguleika.
– Hetta var ein álvarslig hending. Men nógv ár eru farin. Hann hevur viðgingið tað, sum hendi, og hevur tikið ábyrgd. Tí haldi eg, at hann kann setast í starv, segði hon.
Hon legði kortini dent á, at ein nýggjur møguleiki ikki eigur at vera á sama arbeiðsplássi, har hendingarnar fóru fram.
Sambært Politiken hevur Thomas Nystrøm longu luttikið á fundi hjá tingbólkinum hjá SF. Hóast hann formelt er settur í ráðnum og ikki hjá flokkinum, hevur tað elvt til kjak um, hvønn leiklut hann kann hava í floksarbeiðinum framyvir.
Pia Olsen Dyhr segði fríggjadagin, at leiðslan í SF skal umrøða viðurskiftini nærri saman við SF í Frederiksberg, har Lotte Kofoed er virkin.











