Sunnudagin 21. juni, sum er longsti dagur, skipa prestarnir í Norðstreymoy fyri forkunnugari pílagrímsferð úr Tjørnuvík til Saksunar. Gingið verður eftir gomlu kirkjugøtuni millum bygdirnar, og staðkend fólk verða eisini við á ferðini.
Byrjað verður við morgunmati klokkan 9 í bygdarhúsinum í Tjørnuvík, og eftir morgunmatin verður stutt andakt í kirkjuni við morgunsangi.
Klokkan 10 verður farið at ganga til Saksunar, og túrurin tekur knappar tríggjar tímar.
Klokkan 13 - ella tá øll eru komin fram - verður gudstænasta við altargongd í Saksunar kirkju, sum prestarnir, Marjun í Kálvalíð, Maria Jørðdal Niclasen og Bergtórur H. Bjarkhamar skipa fyri. Eftir gudstænastuna koyrur bussur úr Saksun og aftur til Tjørnuvíkar.
- Øll eru hjartaliga vælkomin at verða við, siga prestarnir, sum standa aftanfyri forvitnisliga pílagrímstiltakið á ársins longsta degi.