Pílarnir venda upp eftir á Tvøroyri

Inntøkurnar á Tvøroyri eru nógv hægri enn mett og fólkatalið veksur og tað vekir bjartskygni í Tvøroyrar Býráð, sum nú hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár

- Tað gongur væl á Tvøroyri


Tað ásannaðu býráðslimir á Tvøroyri, tá ið teir í gjárkvøldið samtyktu fíggjarætlanina fyri næsta ár.

 

Serliga fegnast býráðslimir á, at samstundis sum fólkatalið minkar nógva staðni í landinum, uttan í Havn, er fólkatalið á Tvøroyri vaksið 17 fólk hetta seinasta árið, so at tað nú býr 1.766 fólk á Tvøroyri.

 

 

Samstundis er skattainntøkan hækkað 6,26 prosent teir fyrstu 11 mánaðirnar í ár afturímóti í fjør, har skattainntøkurnar í landinum annars minkaðu 0,36 prosent í miðal.

 

Og Næsta ár sær gongdin út til at halda sær.

 

Tað merkir, at nýggjastu inntøkumetingarnar hjá TAKS vísa, at næsta ár fer Tvøroyrar Kommuna at fáa væl hægri innntøkur av skatti,, enn hon fer í ár.

 

Tí hevur Býráðið eisini gjørt av at hækka fíggjarætlanina fyri næsta ár. Upprunaliga varð mett, at partafelagsskatturin fer at geva 500.000 næsta ár, men hann er tvífaldaður, upp í eina millión.

 

Samstundis verður mett, at inntøkan av vanligum skatti, fer at verða 2,5 milliónir hægri enn higartil mett, ella 54,5 milliónir tilsamans.

 

 

Næsta ár verða bæði skattaprosent og barnafrádráttur á Tvøroyri, óbroytt. Sostatt verður barnafrádrátturin 5.000 krónur næsta ár fyri hvørt barnið undir 18 ár, og skattaprosentið verður 23,5 prosent.

 

Annars setir býráðið 28 milliónir av til íløgur tær fara at kalla allar til nýggju djúphavnina.

 

Næsta ár fer Tvøroyrar kommuna at rinda 10,7 milliónir í avdráttum.

 

Men samstundis samstundis skal Tvøroyrar býráð taka 26 milliónir í láni í ár og næsta ár til djúphavnina. Nakað av láninum er tikið í ár, men næsta ár skuu 12,75 milliónir takast í láni.

 

Býráðið hevur biðið um tilboð upp á lánini og býráðslimir siga, at tað loysti seg, tí rentan verður undir trý prosent.

 

Upprunaliga skuldi eitt privat felag byggja og fíggja djúphavnina, men síðani hevur kommunan yvirtikið verkætlanina og býráðslimir siga, at tað er orsøkin til, at rentan fer næstan niður í helvt.

 

Men lántøkan ber í sær, at lánsbyrðan hjá Tøroyrar býráð upp á 75 milliónir. Annars kunnu kommunur í mesta lagi lána eina álíkning, men Fíggjarmálaráðið hevur góðtikið at Tvøroyrar kommuna fer upp um mark. Men treytin er at í 2015 skal skuldin vera komin niður aftur á eina álíkning. 

 

Myndina tók Eileen Sandá