Danska felagið Frem, har tríggir føroyingar spæla, tapti í gjár heili 5-2 á heimavølli ímóti HIK. Heimasíðan hjá Frem kallar avrikið hjá sínum monnum fyri pínligt. Eingin føroyskur spælari var á vøllinum í stórtapinum, men bæði Atli Gregersen og Gunnar Nielsen, sum er komin fyri seg aftur eftir skaða, sótu á beinkinum. Jónas Tór Næs, sum hevur verið fastur maður á liðnum, hevur ikki spælt seinastu umførini.
Frem liggu mitt á stigatalvuni í donsku 1. deild, nú tað mangla tríggir dystir. Vandin fyri niðurflyting er ikki stórur, hóast stigamunurin niður eftir ikki er tann heilt stóri.