Pisurnar fara skjótt

Meginfelag Føroyskra Studenta skipaði sunnudgain saman við Altjóða Skrivstovuni fyri pisufundi í Miðlahúsinum. Endamálið við fundinum er at kunna tey, sum skulu av landinum í lestrarørindum, um tey ymsu viðurskiftini í sambandi við lesturin og gerandisdagin sum lesandi

Katrin Apol og Nina Arge frá MFS siga, at tað eru eitt sindur færri fólk við hetta árið enn undanfarin ár. Hetta kemst kanska av veðrinum og Summar Festivalinum í Klaksvík.
 - Tiltakið gekk fínt. Fólk spurdu kanska ikki so nógv í byrjanini, men tá tað kom til ítøkilig ivamál, so vóru tey meira áhugaði í at spyrja. Serliga tey sum fara aðrastaðni enn til Danmarkar hava ivamál um nýggja lesturin og lívið sum lesandi í nýggja umhvørvinum, siga tær, siga tær báðar Katrin Apol og Nina Arge frá MFS.
 - Mentanarhvøkkurin er ein týðandi táttur, tí hesin virkar báðar vegir. Fólk skulu minnast til, at hetta gongur yvir. Men tað er greitt, at tað kemur óvart á. Tað er nógv fólk, sum hugsa, at tey kenna alt til tað danska. Men tað er nakað annað at vera í tí sjálvur, siga Katrin Apol og Nina Arge.
 - Vit mugu eisini ávara føroyingar um at fara í verjustøðu. Hugburðurin má ikki vera, at man skal verja tað føroyska, og at man er ímóti tí fremmanda. Ístaðin eigur man at vera opin fyri tí nýggju mentanini, heldur enn at fara í verjustøðu og halda at tað føroyska er tað besta.  Tey nýggju lesandi eiga at vera móttakandi og síggja positivt upp á tað, staðfesta Katrin Apol og Nina Arge.
 - Vit royna eisini at heita á fólk um at luttaka. Vit eiga ikki at vera afturhaldandi, men heldur seta spurningar og luttaka aktivt í tí sosiala kring lesturin. Vit heita á fólk um at leypa út í tað. Umframt hetta er tað týdningarmikið at strukturera sín arbeiðsdag og fáa eina rutinu í gongd, siga tær báðar Katrin Apol og Nina Arge frá MFS.
 
--
 
Myndatekstur: - Vit arbeiða fyri øllum teimum føroysku lesandi kring knøttin, og vit vilja sjálvandi heita á fólk um at gerast limir í MFS, siga tær báðar Katrin Apol og Nina Arge frá Meginfelag Føroyskra Studenta
 
Mynd2: Eini 60 fólk vóru møtt upp í Miðlahúsinum sunnudagin til pisufundin hjá MFS og Altjóða Skrivstovuni