Pláss má vera fyri einum grótvirki í Føroyum

Grótgóðskan í Skop-un er ein hin frægasta í landinum, og tí endaði grótvirkið hjá Magnus Petersen har suðuri. Og hóast fyrstu árini hava verið tung hevur gingið alsamt frægari, og eigarin heldur, at tað eigur at vera pláss fyri einum grótvirki í Føroyum

Magnus Petersen var ein av framstandandi sakførar-un-um í Føroyum í 90-árunum, men hóast hetta valdi hann at leggja útbúgving og sak-førarayrki á hillina og í staðin fara undir at fram-leiða ymsar lutir úr gróti.

– Ja, tað eru helst fleiri orsøkir til tess. Eg hevði virkað sum sakførari í eini 25 ár, og eg hevði tørv á at royna nakað nýtt. Og tað skuldi helst verða okkurt øðrvísi enn tað, sum eg gjørdi framman undan, sig-ur Magnus Petersen.

Hann hevði longu framman undan áhuga fyri grót-ídnað, og tá grótvirkið yviri við Strond gavst, lá hann framvið og keypti maskinurnar, ið har vóru.

– Vit høvdu ein bygning uppi á Sandvíkarhjalla, og settu maskinurnar upp har og virkaðu so har í eini tvey-trý ár. Eg tók ikki lut í sjálvum arbeiðinum, men átti í virkinum, so eg visti eitt sindur um tað og helt tað vera áhugavert, sigur Magnus Petersen.

Hann sá ávísar møguleikar í hesum vinnuvegnum og helt, at tað átti at verið livi-líkindi fyri einum grótvirki í Føroyum, í staðin fyri at innflyta alt úr útlondunum, og so tað, at kunna nýta før-oyskt tilfar. Tað var tann vitanin, hann hevði framm-an undan, og hann hevði áhuga at halda fram.

– So skal sjálvandi sigast, at eg kendi á mær, at eg var koyrdur eitt sindur troyttur í fakinum, sum eg hevði áðrenn – onkur kann kanska eisini gita hví. Men tað var í veruleikanum høv-uðs-or-søkin til skiftið, sigur Magn-us Petersen.

Hetta eru fýra-fimm ár síðani, og tá vórðu stig tikin til at byggja eitt nýtt grót-virki.

Valdu Skopun

– Vit vendu okkum til Skop-unar, og orsøkin var tann, at grótið í Skopun – og serliga ein lind norðan-vert bygdina í einum haga-parti, sum eitur Høvdahagi – varð víst okkum á av Jó-annes Rasmussen, jarð-frøðingi, á sinni, sum ver-andi tað frægasta til ídn-aðar-endamál, eftir at grót-virkið í Havn – tað sum í síðari tíð kallaðist Føroya Mekaniski Grótídnaður, og helt til úti við Strond – hevði framman undan havt grótbrot úti á Boðanesi, sigur Magnus Petersen.

Men har kom Friðingar-myndugleikin upp í, eftir at grannar høvdu kært.

– Onkur vildi vera við, at tey høvdu sæð eitt kombikk har, tá tey vóru smá, og tí skuldi tað friðast, sigur Magnus Petersen heldur speiskliga.

So var einki grundarlag fyri grótvirkinum meir, mn tann lindin, sum er á Boða-nesi, finst aftur á Skans-an-um, tó har høvdu teir neyv-an fingið loyvi at brotið grót. Hon sæst aftur onkun-staðni í Havn og fer niður aftur á Argjahøvda.

– Vit vendu okkum tí til mannin við frægastu vitan á økinum, Jóannes Ras-mus-sen, jarðfrøðing, og hann fann hesa lindina í Skopun, og tað er orsøkin til, at grótvirkið flutti suður higar, sigur Magnus Petersen.

Hann heldur tó, at tað er ikki so umráðadi, hvar sjálvur bygningurin liggur, men tá nú grótið liggur í Skopun, er tað náttúrligt, at virkið eisini liggur her.

– Vit gjørdu so eina avtalu við Skopunar Kommunu, og kommunan var sera laga-lig. Teir høvdu eitt ídnað-ar-øki, har einki var bygt á framman undan, uttan blandistøðin hjá J & K Petersen, og her fingu vit eitt gott, byggibúgvið øki, sum vit so bygdu á og fluttu tær nýtiligu maskinurnar úr gamla grótvirkinum í Havn her suður, og keyptu annars nýggjar maskinur eftir tørvi. Soleiðis byrjaði tað her suðuri, sigur Magnus Petersen.

Tað tók sína tíð at byggja, men tað er eitt modernað og framkomið virki í dag, heldur eigarin.

Gravsteinar og borðplátur

Grótvirkið í Skopun hevur sítt egna grótbrot, so fram-leiðslan hjá virkinum byrjar har og endar í lidnu fram-leiðsluni.

– Vit standa fyri fram-leiðsluni frá A til Z. Vit spreingja grótið úr fjallinum í stórum soylum, sum verða boraðar sundur og fluttar heim á virkið í so stórum blokkum, sum tilber, eini 20 tons. Onkur hevur ligið upp móri 24 tonsum og vit kundu hugsað okkum enn størri, men tað ber ikki til at flyta teir størri, sigur Magn-us Petersen.

Tá grótið er komið inn á virkið, verður tað sagað sund-ur, og heilt úr fjallinum til endaliga úrslitið er tað føroysk framleiðsla burtur-av.

Men umframt føroyska grótið verður eisini nakað innflutt uttanlands av grót-sløgum, sum ikki finnast í Føroyum, serliga granitt.

– Vit hava altíð eini 10-12 sløg av granitti liggjandi, so fólk sjálvi kunnu velja tað slagið, tey vilja hava til eitt nú borðplátur, sigur Magnus Petersen.

Júst borðplátur saman við gravsteinum eru mest framleiddu grótlutirnir á virkinum. Og hóast tað er eitt føroyskt grótvirki, so er tað kortini eitt virki, sum framleiðir øll sløg av gróti.

Men hóast gravsteinar og borðplátur eru størsti part-urin av framleiðsluni, so gera teir nógvar aðrar grót-lutir á Grótvirkinum í Skop-un.

– Vit hava maskinur, sum kunnu gera tað mesta. Sum til dømis at klæða bygningar við gróti, ið er ógvuliga van-ligt at gera uttanlands, har teir vilja hava arkitoniskt væl frágingnar bygningar. Tað kunnu vit eisini gera úr føroyskum gróti við ym--iskum yvirflatum, sigur Magn-us Petersen.

Tað kann so verða við-gjørt á ymsan hátt, antin verða latið rátt, bert sagað, ella tað kann verða yvirflatu viðgjørt á ymsan hátt, til dømis polerað ella høgt.

– So vit kunnu gera tað, sum aðrir kunnu gera, og ofta meira enn tað, sigur Magnus Petersen.

Doypifont í Hoyvík

Júst hetta við at klæða út--veggirnar á einum bygningi var nakað, sum Grótvirkið í Skopun var spent upp á í sambandi við Hoyvíkar Kirkju.

– Vit bjóðaðu upp á at klæða Hoyvíkar Kirkju, og teir vóru sinnaðir at taka av tí tilboðnum, sum vit lótu. Tilboðið umfataði bert lever-ing av tilfarinum og ikki uppseting, og tað, sum hendi, var, at tað gjørdist ov dýrt í uppseting, og tí gjørdist tann handilin ikki til nakað, sigur Magnus Peter--sen.

Tað vildi annars verið ein typisk uppgáva fyri eitt størri grótvirki, sum helst skal hava onkrar størri upp-gávur.

– Vit framleiða annars um-framt borðplátur og grav-steinar eisini gólv í van--ligum flísum og í brotf-lísum, sum er sera væl um--tókt. Vit framleiða skreyt-lutir, ja, alskyns lutir úr bæði førloyskum og út--lendsk--um gróti, sigur Magn--us Petersen.

Men hóast teir ikki fingu klædningin á Hoyvíkar Kirkju at levera, vórðu teir kortini ikki heilt við sviðu-soð í sambandi við ta bygg-ing-ina.

– Vit vóru sjálvandi sera áhugaðir í at fáa eina slíka bílegging, so vit bjóðaðu teim-um, at um vit fingu hesa bíleggingina, so skuldu vit lata gera teimum doypi-fontin – sum Albert Isfeldt hevði teknað, ógvuliga hegn-isliga við einari áttakantaðari súlu sum fóti – sum gávu, sigur Magnus Petersen.

Tað endaði so við, at doypi-fonturn varð gjørdur á Grótvirkinum í Skopun úr massivum føroyskum gróti – tað mesta við maskinum, men finishið við hond – og seldur kirkjuni fyri ein ógvuliga sámiligan penga.

Tøvurin verður verandi

Fyrrverandi sakførarin sig-ur, at tað hevur verið ein tung byrjan at bróta burtur úr nýggjum suðuri í Skop-un.

– Tað tekur sína tíð at upp-byggja slíkt, so vit høvdu roknað við, at tey fyrstu árini ikki fóru at geva avlop. Tað hevur gingið betri og betri, men ikki nóg væl fyri eitt virki sum hetta, tí at vit kundu havt nógv fleiri fólk í arbeiði enn tey trý tændrini, sum ganga her, sigur Magnus Peter-sen.

So hevði virkið havt iva-leyst at gjørt, kundu teir ver-ið tíggju mans til ar-beiðis. Men tað er kanska ikki rætta tíðin at víðka um virksemið, nú ein altjóða kreppa herjar.

– Vit vita ikki reiðiliga enn, hvat kreppan merkir fyri okkum. Tað er spurn-ing-urin um, hvussu kon-junk-turkend okkara vøra er. Ein partur ávirkast ikki av hesum, meðan ein annar partur ger, so vit vita ikki, hvør avleiðingin verður fyri okkum, men verður minni bygt, so fer tað allarhelst eisini at merkjast hjá okk-um. Hvussu hart ber ikki til at siga, men vit vóna tað besta, sigur Magnus Peter-sen.

Men hóast fíggjarkreppu roknar stjórin framhaldandi við, at tað verður brúk fyri einum grótvirki í Føroyum.

– Vit rokna við, at tað framhaldandi fer at bera til. Tú kanst eisini tala eina kreppu í gongd, og hon hevur eftir mínum tykki ikki rakt Føroyar so hart, sum hon hevur rakt onnur lond. Hvussu tað verður seinni við fiskaprísum og øðrum ber sjálvandi ikki til at siga, heldur Magnus Peter-sen.

Hann heldur tað verða vónleyst at gera seg til spámann fyri framtíðina.

– Vit mugu bara halda fram at arbeiða og vóna, at tað framvegis verður onkur so skilagóður at keypa før-oyska framleiðslu. Eru vit kapingarførir – og tað halda vit okkum vera – so skuldi framvegis verið pláss fyri einum grótvirki í Føroyum, sigu Magnus Petersen, stjóri á Grótvirkinum í Skopun.