Framsókn heitti á meg um at stilla upp til býráðsvalið. Eg játtaði. Demokratiið er grundarlagið undir okkara samfelagsskipan, so hví halda seg undan? Mær dámar væl ta liberalu, tjóðskaparligu kósina hjá Framsókn. Mær dámar sera væl, at Framsókn leggur dent á, at pláss skal vera fyri øllum menniskjum í okkara samfelag.
Fólk spyrja meg: “Nær fert tú at skriva valgreinir?” Svarið gevi eg her: Tað ber ikki til hjá mær at lova øllum gull og grønar skógir. Eg fylgi væl við øllum sum fyriferst í Føroyum, og tí eisini í Tórshavnar Kommunu.
Eg havi avgjørdar meiningar um at styrkja Havnina sum eitt livandi lestrarumhvørvi við øllum tí sum hartil hoyrir av lestraríbúðum og mentan. Eisini havi eg eina ætlan um at broyta bústaðarmynstrið, so øll kunnu at búleikast her.
Tey tungu málini skal eg nokk seta meg væl inn í eins og eg vil gera mína ávirkan galdandi við eini langtíðarplanlegging av íløgum og viðlíkahaldi av ognum í Tórshavnar Kommunu. Mítt lyfti til veljararnar er, at velja tit meg í Tórshavnar Býráð, so skal eg arbeiða fyri, at allir borgarar fáa best møguligu sømdir at liva undir.