Plakat á hólminum hjá Kálvi Lítla

Nú eitt hav av valplatatum standa uppi kring landið, og tað javnan frættist um herverk á plakatir, hava fólk í Sandoynni funnið upp á ráð.

 

Løgtingsval stundar til, og hetta sæst týðiliga kring alt landið, har valplakatir í hópatali standa við vegin - í bønum, á gørðum, lyktapelum, húsum og bygningum. Frætt er eisini um, at herverk er framt á plakatir ymsastaðni, og her hava tey mest ágrýtnu valevnini og stuðlar tess verið noydd at fara út við nýggjum plakatum. 

Eisini í Sandoynni hevur onkur dittað sær at gera seg inn á onkrar einstakar plakatir, men nú hava so stuðlar hjá politiskum flokki valt at binda um heilan fingur - í hvussu so er við tí eini plakatini, sum er sett upp á hólminum á Sandsvatni.

Og hetta er ikki hvør sum helst hólmur, sum nú hýsir tí eini plakatini hjá Tjóðveldi. Hetta er nevniliga hólmurin, har kjøthjallurin hjá katólska prestinum í Todnesi á Sandi, Kálvi Lítla, stóð. Her goymdi presturin, sum var virkin í 1400-talinum, kjøt og annan mat í gróthúsi, sum stóð á hólminum.

Á snar.fo lesa vit, at Kálvur Lítli læt leggja løgsteinar úr tanganum í Todnesi og út á hólmin at ganga eftir. Men, synirnir hjá honum vóru so grammir at stjala kjøt frá pápanum. Søgnin sigur, at ein vetur fóru synir hansara eftir ísinum og miðaðu eftir løgarsteinunum.

Søgnin sigur, at synirnir neyvan hava verið beint uppi yvir steinunum, tí ísurin brotnaði undir teimum, og seks synir druknaðu. Hin sjeyndi var eftir. Tá hetta frættist, græt Kálvur Lítli ikki, men søgan sigur, at hann "súrnaði" í eygunum.