Í morgun var ætlanin at planta 400 trø á økinum millum skúlan og barnagarðin á Skála. Men vegna veður var ætlanin útsett til komandi mánadag.
Henda ætlanin verður gjørt í samstarvi við Føroyaprent, sum letur trøini. Ætlanin er, at bæði barnagarðsbørn, næmingar, námsfrøðingar og lærarar skulu planta hesi 400 trøini á økinum.
Kommunan hevur gjørt eina ætlan fyri økið við spæliplássi, leikvølli, grill-umstøðum og øðrum. Økið er umleið 2.000 fermetrar til støddar.
- Ætlanin er so umfatandi, at øll børn á Skála um nøkur fá ár hava fingið eitt av allarbestu spæliplássum, ikki bara í Føroyum, men í øllum ríkinum, verður sagt úr Runavíkar kommunu.
Tað verður ein sonn perla í bygdini, sum uttan iva eisini fer at verða eitt natúrligt stað hjá bygdarfólki at hittast til tiltøk, prát og samveru.
Tey 400 trøini, sum verða plantaði nú, fara at gera, at lívd verður á økinum um fá ár. Tá arbeiði er komið eitt sindur longur, hevur Føroyaprent lovað at lata fleiri trø og runnar.
Runavíkar Kommuna fegnast um, at hesin týðandi parturin av verkætlanini gerst veruleiki, og takkar samstundis Føroyaprent fyri trøini, sum m.a. eru latin í samband við, at Føroyaprent í 2011 fekk umhvørvisvirðisløn á 42.000 kr. frá ETIKA.
(Mynd: snar.fo)