Tottenham og Manchester United deildu stigini á einum manntómum leikvølli í London, meðan Southampton vann greiðan sigur á botnproppinum Norwich.
Tottenham kom á odda í fyrra hálvleiki, tá hvørki Harry Maguire ella málverjin David De Gea sóu sannførandi út. Steven Bergwijn setti lætt miðverjan av og skjeyt rímiliga mitt á spanska málverjan, sum tók ikki megnaði at verja fyri.
Í seinna hálvleiki setti Ole Gunnar Solskjær umstrídda franska miðvallaran, Paul Pogba, á vøllin. Tað skuldi vísa seg at geva avkast, tá franski heimsmeistarin hegnisliga slapp framvið verjuni hjá Tottenham og fór umkoll. Bruno Fernandes umsetti brotssparkið til mál.
Brotssparkið var ikki tað størsta, men dómarin var skjótur at døma. Tað var hann eisini skjótur at døma stutt fyri tíð, tá Burno Fernandes fór umkoll, men hesa ferð vísti endurtøkurnar á VAR greitt, at talan var ikki um brotsspark. Tí endaði tað við javnleiki 1-1 í einum dysti, har bæði liðini vóru omaná í løtum.
Í botinum vann Southampton greiðan sigur í Norwich. Southampton vann 3-0 og er nú tíggju stig frá niðurflytingarstrikuni, meðan Norwich hevur seks stig upp til niðurflytingarstrikuna.
##med2##