– Tað hevur leikað hart á síðani seint seinnapartin í gjár, og vit hava fingið umleið 30 fráboðanir um vindskaðar, so sum húsatekjur eru foknar, rútar knústir og húsaklæðningar hava skrætt seg leysar.
Tað sigur politiið nú beint fyri klokkan eitt.
Boðað er frá skaðum ymsastaðni kring landið, men flestu fráboðaninar eru úr Klaksvík.
– Orsakað av nógvu skaðunum, fýkur nógv leyst byggitilfar runt, so skilabest er um fólk halda seg innandura til vindurin er minkaður enn meiri.
– Sløkkiliðini og bjargingarfeløgini eru væl mannaði og royna at hjálpa har tað yvirhøvur er møguligt, men tað ber nokk ikki til at fáa eina neyvari metan av støðuni fyrrenn í lýsingini móti morgni, tá eisini kann væntast at vindurin er minkaður, sigur politiið.
– Tað verður sagt frá sera ringum veðri aftur seinnapartin sunnudagin, so heitt verður á fólk um at tryggja leysafæ so væl, sum á nakran hátt gjørligt, sigur politiið.
Fólk verða annars biðin um bert at ringja 1-1-2 Alarmsentralin um brúk er fyri bráðfeingis hjálp. Vindskaðar skulu fráboðast á tlf. 351448.
Fólk eru væl komin at senda myndir og frásagnir til in.fo á red(at)sos.fo
Myndir av vindskaðum í Klaksvík síggjast VIÐ AT TRÝSTA HER