Í seinastu viku skipaði felagskapurin Kris fyri stórum átaki fyri at varpa ljós á, at føroysk børn líða undir kynsligum ágangi, og at hetta er ein stórur samfelagsligur trupulleiki. Til tiltøkini hevði Kris fingið serfrøðingar úr Noreg at koma og greiða frá, hvussu stríðið ímóti kynsligari misnýtslu fer fram har.
Norska FMSO (Fællesskab Mot Seksuelle Overgreb) er eitt meginfelag fyri 18 kreppumiðstøðir í Noregi, og leiðarin, Bjørg Nielsen, ynskti bæði at stuðla og eggja tí arbeiði, sum longu fer fram ígjøgnum Kris, men eisini at minna politikarar og myndugleikar á at kynslig mistnýtsla er ein samfelagsligur trupulleiki, sum ein privatur felagskapur ikki einsamallur kann loysa.
- Arbeiðið ímóti kynsligum ágangi má vera miðvíst og professionelt, og má stovnsetast í einari miðstøð, har fólk, sum hava verið misnýtt kunnu søkja sær hjálp og vegleiðing, og har rúm er fyri, at bólkar veita hjálp til sjálvhjálp, sigur Bjørg Nielsen.
Saman við KRIS hava norsku serfrøðingarnir gjørt eina tørvsmeting fyri føroyska samfelagið, og niðurstøðan er, at tørvur er á einari miðstøð fyri kynsliga misnýtt, har trý fólk arbeiða fulla tíð, og bæði offur og avvarandi fáa neyðugu tilboðini um hjálp.
- KRIS hevur gjørt eitt stórt arbeiði, men nú mugu tit sum samfelag taka støðu til trupulleikan og avgera, hvat skal gerast. Tí um hetta ikki verður rótfest í einum alment fíggjaðum stovni er stórur vandi, at tað dettur niðurfyri, ávarðar norski serfrøðingurin.
Fáir politikarar
Umframt væl vitjaðu almenni tiltøkini varð eisini skipað fyri einum serligum tiltaki fyri politikarar og miðlar. Men bert einstakir politikarar og miðlar valdu at seta nakrar tímar av til kunning um kynsliga misnýtslu og tørvin á størri samskipan av arbeiðnum ímóti áganginum.
Eftir tí sum Sosialurin dugdi at meta, so var borgarstjórin í Klaksvík einasti lokalpolitikari, og limir í Løgtinginum vóru hesir: Finnur Helmsdal og Anita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldinum, Jenis av Rana og Bill Justinussen úr Miðflokkinum, Kai Leo Johannesen og Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum, Jørgen Niclasen og Óli Breckmann úr Fólkaflokkinum og einki tingfólk umboðaðu Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin
Tingmaður Sjálvstýrisfloksins var á Norðurlandaráðsfundi í Noreg, men um manglandi undirtøkan annars var tekin um, at politikarar ikki hildu hetta hava týdning ella høvdu onnur meira álvarslig mál at taka sær av, er ikki heilt vist.
Boðskapurin til politikarnar var sera einkul. Gvøbjørg West endaði sína framløgu soleiðis:
- Tit sum hava vald: Hjálpi okkum!
Sjálvboðið arbeiði
Føroyski felagskapurin móti kynsligari misnýtslu varð stovnaður í ár 2000. Saman við Gvøðbjørg West arbeiðir Ásla Sevdal sum ráðgevi hjá felagskapinum. Hvørgin fær løn, men brúka frítíðina til arbeiði. Í ár fær KRIS 200.000 á fíggjarlógini
- Eg veit ikki, hvussu leingi vit orka at halda á. Eg havi verið tætt við at givist fleiri ferðir. Men tá vit hoyra søgurnar og síggja, hvussu offur broytast til yvirlivarar, kunnu vit ikki annað enn halda áfram, sigur Gvøðbjørg West.
KRIS byrjaði sum ein tvørkirkjuligur felagskapur, og tey hava onkuntíð fingið skotið í skógvarnar, at tey eru ov kristin og ov óprofessionell. Men Gvøðbjørg West heldur ikki, at ákærurnar um óprofessionalismu halda.
- Vit hava vitjað norsku kreppumiðstøðirnar, og eg tori at siga, at vit eru eins professionell og tey. Men vit hava sjálvandi nógv færri pengar og nógv verri umstøður, staðfestir Gvøðbjørg West.
Hon og Ásla Sevdal hava báðar fingið eftirútbúgving sum familjuráðgevarar, og í ár hava tær higartil havt 189 fundir við fólk, sum hava verið fyri kynsligum ágangi. Harumframt hava verið eitt ótal av telefonsamrøðum.
Mett verður at yvir 7000 føroyingar hava verið fyri kynsligum ágangi, og av hesum hava á leið helvtin brúk fyri hjálp. Verður einki gjørt, hevur fortronginin aðrar álvarsligar fylgir sum sálarligt samanbrot, alkoholismu