Politikararnir nøgdir við dómin

Norskir politikarar eru væl nøgdir við, at býarrætturin í Oslo hevur dømt Anders Behring Breivik fongsul og forvaring í 21 ár og í minsta lagi 10 ár.

-Hetta var tann harðasta revsingin, sum vit kundu rokna við, og sum ger tað møguligt, at viðkomandi verður í fongsli alt lívið, um ákæruvaldið og dómsvaldið meta tað vera tað rætta, sigur fyrrverandi løgmálaráðharrin Knut Storberget (myndin) við NRK. Hann ásannar, at ákæruvaldið hevur møguleika at kæra dómin, men leggur afturat, at tey flestu vilja hava enda á málinum.

Audun Lysbakken, formaður í SV, sigur, at málið fekk tann best hugsandi endan.

-Hópdrápsmaðurin hevur fingið ta harðastu revsingina, sum vit sum samfelag kunnu geva honum. Hetta er í samsvari við mína rættaruppftan, og eg rokni við, at tað sama er galdandi fyri tað norska fólkið, sigur hann.

Parlamentariski leiðarin hjá Arbeiðaraflokkinum, Helga Pedersen, sigur við NRK, at dómurin hevur týdning, fyri at fólkið kann koma víðari aftan á tann 22. juli, og hon sigur seg vóna, at dómurin kann enda ein kapittul í sorgarviðgerðini hjá teimum avvarandi.

Hans Frode Asmyhr, sum umboðar Framburðsflokkin í lógarnevndini hjá Stórtinginum, heldur, at rætturin kom til eina góða niðurstøðu, sum er í samsvari við tað, sum tey flestu í samfelagnum hugsa. Hann vísir á, at við hesum dóminum kann Breivik haldast burtur frá samfelagnum.