Politikkur skal ikki vera stuttligur

Fyrireikararnir av tiltakinum ?Føroya stuttligasti politikkari? hava avlýst tiltakið. Politikkararnir, sum skuldu taka lut, halda eftir øllum at døma, at tiltakið ikki er so stuttligt Tað kundi líkst einum herindi av valfepuri, tá FS Vágar 04 í gjárkvøldið sendi út tíðindaskriv.

?Eftir at bløðini hava skrivað um tiltakið, plakatir hongdar upp, atgongumerki løgd út á sølustøðini, hava vit fingið skriv frá Bill Justinussen, sum vegna seg , Jørgen Niclasen, Vilhelm Johannesen, Kára P. Højgaard og Torbjørn Jacobsen boðar frá, at teir ikki vilja luttaka. Grundgeving teirra er, at teir ikki vilja kappast um heitið: Føroya stuttligasti politikkari. Vit hava inniliga heitt á teir um at endurmeta støðutakanina, og hava boðað teimum frá, at einki er til hindurs fyri at taka kappingarelementið av skránni, men uttan úrslit. Og av tí, at fráboðan teirra kemur so seint, er vónleyst at broyta konseptið.

.

Vit hava brúkt bæði tíð og pengar til tess at fyrireika tiltakið. M.a. høvdu vit fingið ein íslendskan tónleikabólk at luttaka. Fólk hava keypt atgongumerki, so hetta kemur okkum sera, sera illa við. Harafturat, so er hetta ein stórur inntøkumissur fyri felagið.

Undanfarin ár hava vit kunnað savnað um 1.000 fólk í høllina til líknandi tiltøk. Hesi hava verið væl dámd, og hava vit tí lagt orku í at hava hesi sum afturvendandi tiltøk. Tí er óneyðugt at siga, at avlýsingin fullkomuliga tileinkisger tey annars góðu ummælini, nevndu tiltøk hava fingið?, verður sagt í tíðindaskrivinum, sum er sent miðlunum.