Politisk mentan í Føroyum – aftursvar til Ole Wich

Ole Wich hevur í Sosialinum tann 19. august undir heitinum ”Fejlfortolkning af undersøgelsen af det færøske demokrati” viðmerkingar til mína grein um medborgaraskap og politiska mentan í Føroyum í Dimmalætting tann 15. august 2008

Sambært Ole Wich so eri eg ikki bara óvitandi um føroysk viðurskiftir, men eg eri eisini subjektiv og politisk í mínum tulkingum av hesum úrslitum. Ole Wich vil vera við, at eg yvireksponeri týdningin av ríkisrættarligu støðu Føroya í mínum tulkingum. Spurningurin er um tað ikki er Ole Wich, ið yvireksponerar partin í greinini, ið snýr seg um ríkisrættarligu støðu Føroya. Ole Wich kemur í síni viðmerking eisini við síni egnu alternativu teori, sum eg ikki ætli mær at gera viðmerkingar til.

 

Greinin hjá mær í Dimmalætting er bert ein lítil samanumtøka av greinini, sum eg havi skrivað saman við Jens Hoff, professara, í Scandinavian Political Studies. Í greinini í Dimmalætting var dentur lagdur á at lýsa nøkur av úrslitunum í kanningini, og tískil varð ikki í nóg stóran mun greitt frá, hvussu vit eru komin fram til nevndu niðurstøður, og annars hvørjar avmarkingar eru, bæði í mun til kanning og tulking av úrslitum. Tað vil eg hervið bøta um.

 

Kanningin spyr ikki um hví

Ein kvantitativ samrøðukanning gevur eina breiða yvirskipaða mynd av tí, sum verður kannað, men ein tílík kanning spyr ikki um ”hví”, og tískil kann tulkingararbeiðið vera eitt sindur av eini avbjóðing. Teoretiska útgangsstøðið fyri hesi kanning sigur tó (skandinaviska medborgarskapstraditiónin), at vælferðarsamfelagið við sosialum javnaði og nógvum institutionellum møguleikum fyri at ávirka politisku skipanina viðførir breiða og virkna demokratiska luttøku millum fólk. Við støði í kanningini meta vit at kunna staðfesta, at hesin samanhangur er galdandi í mun til úrslitini um, at føroyingar eru politiskt áhugaðir, demokratiskt virknir, politiskt álítandi og demokratiskt tilvitaðir.

 

Oman fyri nevnda ástøði kann tó ikki forklára lægri politiskt sjálvsálit millum føroyingar, minni nøgdsemi við demokratiið, vantandi brúk av nýggjum luttøkuhættum sum politiskt forbrúk, vantandi kvinnuliga umboðan í politisku skipanini og vánaligu úrslitini í mun til Fólkatingið. Tað ber sostatt ikki til statistiskt við støði í kanningini at koma við frágreiðingum í mun til hesi frávik.

 

Ymiskar politiskar mentanir

Men neyðugt er at geva eitt boð uppá, hví hesi frávik eru. Tað hava vit so gjørt við støði í ástøði hjá Almond og Verba frá 1963. Hesir hava við støði í kanningum av politiskum mentanum í ymiskum londum gjørt tríggjar myndir fyri politiskar mentanir. Við støði í hesum og úrslitunum í kanningini eru vit so komin fram til, at føroyska politiska mentanin tykist at vera eyðkend við eini virknari luttøku mentan – eins og nevnt oman fyri, eini lokalari mentan (parochialism) og eini undirgivnari mentan (subject culture/koloni mentan).

 

Lokal mentan

Við tað at Føroyar liggja so avsíðis, og at føroyska samfelagið er so lítið, so kann væntast, at talan er um eitt meiri traditionelt, tætt bundið samfelag, og at politiska mentan er merkt av hesum (lokala/parochial). Eyðkennir við tílíkum mentanum kunnu vera viðurskiftir sum, at rák aðra staðni frá hava longri um at koma fram, at familjumynstrini eru meiri traditionel, størri sosial kontroll, og at átrúnaður og etisk mál hava størri týdning. Tað ber tó ikki til við støði í kanningini at staðfesta um og í hvønn mun øll hesi fyribrigdi gera seg galdandi í Føroyum. At Føroyar liggja so avsíðis kann tó verða ein frágreiðing uppá, at føroyingar í minni mun virka sum politiskir forbrúkarar. Eisini meta vit, at vantandi kvinnuliga umboðanin í politikki kann hava sína orsøk í nevndu eyðkennum. Tað skal tó viðmerkjast, at ástøðir um sambandið millum demokrati og samfelagsstødd eru mótstríðandi, og vit hava tí heldur ikki nakra greiða niðurstøðu hesum viðvíkjandi.

 

Undirgivna mentan

Eisini eru vit komin fram til, at politiska mentanin í Føroyum er merkt av eini undirgivnari mentan. Ein tílík mentan er eyðkend við eini virknari orientering móti einum parti av politisku skipanini, men við eini passivari orientering móti einum øðrum parti av skipanini saman við eini avmarkaðari kenslu av politiskum sjálvsáliti. Tað er við støði í hesum, at vit meta, at samanhangur kann vera millum úrslitini við lágum politiskum sjálvsáliti, vánaligu úrslitini í mun til Fólkatingið og størri ónøgd við demokratiið í Føroyum. Tann mest sannlíka forkláring uppá hesi úrslit meta vit er konfliktfulla sambandið millum Føroyar og Danmark. At føroyingar í meira enn 50 ár hava verið grundleggjandi ósamdir um hesa støðu, eins og nógvar veljarakanningar kunnu staðfesta, stuðlar eisini hesari niðurstøðu.

 

Niðurstøðan hjá mær um, at politiska mentanin í Føroyum tykist at vera merkt av ríkisrættarligu støðu Føroya skal ikki samantvinnast við politiska støðutakan til spurningin um loysing ella samband, og eg dugi als ikki at síggja nakað samband millum hesa niðurstøðu og eina dyrkan av eini offurrollu mótvegis Danmark, eins og Ole Wich vil vera við. Henda niðurstøða sigur einki um, hvørt tað er ríkisrættarliga støðan í sær sjálvum, sum hevur ávirkan, ella tað møguliga er støðan við politiskum ósemjum og hørðum orðadráttum, sum hevur týdning.

 

Tørvur á fleiri kanningum

Eisini vil eg leggja dent á, at vit tosa um eina møguliga frágreiðing. Eg billi mær heldur ikki inn, at vit havi funnið ”tann forkromaða sannleikan” um politisku mentanina í Føroyum. Henda kanning gevur ikki eina fullfíggjaða mynd av medborgaraskapi og politiskari mentan í Føroyum. Tørvur er á fleiri kanningum, soleiðis at samanberast kann yvir tíð, og tørvur er á kanningum av eitt nú politisku skipanini, leiklutinum hjá føroysku fjølmiðlunum, men eisini týdninginum av átrúnaði og rættindum til minnilutar.

 

At enda vil eg endurgeva síðsta brotið í vísindaligu greinini, har hetta verður staðfest: ”While the study undertaken here has hopefully given a nuanced picture of the unique mix of the participant, parochial and colonial (subject) cultures, which together makes up political culture in the Faroe Islands, and gives citizenship its local distinctness, it is important to stress that it does by no means give a full picture of neither political culture, nor citizenship and democracy. In order to provide this, studies of macro-political structures, further studies of political attitudes concerning especially moral issues and minority rights, as well as longitudinal studies of the issues treated here, are necessary”.