Politisk vend í Noregi

Í longri tíð hevur undirtøkan hjá norska Arbeiðaraflokkinum verið minkandi, samstundis sum tann størsti andstøðuflokkurin, Høgri, hevur fingið støðgt fleiri veljarar. Men ´nú benda meiningakanningar á, at vend er komin í.

Tann seinasta kanningin, sum blaðið Aftenposten hevur latið gera, vísir, at var stórtingsval nú, hevði Arbeiðaraflokkurin hjá Jens Stoltenberg, forsætisráðharra fingið 31,6 prosent av atkvøðunum, og tað er 3,2 prosent meiri enn fyri einum mánað síðani.

Samstundis vísir kanningin, at undirtøkan hjá Høgra er minkað úr 28,2 prosentum fyri einum mánað síðani í 24,5 prosent nú.

Framburðsflokkurin er triðstørsti flokkur í Noregi, og hann hevur góðan byr í løtuni, Hevði stórtingsval verið nú, hevði flokkurin fingið 22,3 prosent, sum er 2,8 prosentstig meiri enn í einari tilsvarandi kanning fyri einum mánað síðani.