Fótbóltur
Heri Simonsen
Eins og í Føroyum eru bæði samríkisfólk og fullveldisfólk í Katalonia. Men størsti munurin er, at í Føroyum eru tey spjødd í øllum ítróttarfeløgum. Her, eins og í hinum norðanlondinum, hevur tað sjáldan politiskan týdning hvøsjum ein stuðlar í ítrótti. Í Barcelona er tað hópin meiri politiskt litaað, hvørt ein heldur við Espanyol ella við FC Barcelona. Tey flestu samríkisfólkini halda við Espanyol, meðan tey flestu fullveldisfólkini halda við FC Barcelona. Franco helt við Real Madrid, og tað hevur eisini gjørt sítt. Í Spania er eisini vanligt, at feløgini eisini hava lið í hondbólti, kurvabólti o.ø. liðítrótti. Tað hevur verið friðarligt ímillum Espanyol og FC Barcelona síðstu mongu árini. Tey hava tikið síni tøk á vøllinum, men ikki nøkur nevniverd tøk uttanfyri vøllin. Men nú hevur ein DVD-filmur elvt til politiskt órógv ímillum tey bæði stóru fótbóltsfeløgini í Barcelona.
Bara Barca
Lokala tingið í Katalania, sum nevnist La Generalitat hevur framleitt ein DVD-film, sum favoriserar FC Barcelona. DVD-filmurin er framleiddur til børnini hjá innflytarum, sum eru fluttir til Katalania. DVD-filmurin er partur av einum sonevndum “integrasjónspakka”, sum skal læra teir ungu tilflytarnar um teirra nýggja heimland; Katalonia, og fyri at læra tey um katalansk samfelagsviðurskifti. Filmurin er bygdur upp rundan um eina barnateknirøð, sum er væl kend í Katalania. Talan er um teir sonevndu “Les Tres Bessones”, sum tosa til hvønn annan í sera barnsligum vendingum, um tey týdningarmestu støðini, og teir týdningarmestu persónarnir í Katalania. Og svarini hjá Tres Bessones eru: “FC Barcelona”, “Ronaldinho”, og so nevna teir nøvnini á nøkrum kendum bygningum, og nøkrum kendum mentannarfólkum í Katalonia. Á DVD-filminum sær ein eisini Tres Bessones ílætnir Barca-búnar leika fótbólt á Camp Nou. Ongastaðni í filminum nevna teknirøðsfigurarnir hitt felagið í Barcelona; Espanyol við einum orði.
Forsetin óður
Espanyol-forsetin; Daniel Sanchez-Llibre er sera óður um hetta. “DVD-filmurin minnir meiri um eina lýsing frá einari ávísari upptøku, heldur enn ein undirvísingar-DVD. Filmurin vísir ikki tann fulla sannleikan um Katalonia!” sigur Espanyol-forsetin avgjørdur! Sanchez-Llibre hevur sett seg í samband við katalanska tingið, og lokala ráðharran í skúlamálum; Ernest Maragell. Og hevur Espanyol-forsetin biðið Maragell um at taka DVD-filmin aftur. Ella í ringasta føri, um at broyta innihaldið, so tað fæst ein javnvág í boðskapin. Og tað ljóðar, at katalanska tingið nú ætlar at broyta innihaldið á DVD-filminum, so Tres Bessones eisini fara at nevna tað minna fótbóltsfelagið í Barcelona; Espanyol. Bólturin er ikki bara rundur í Katalonia!