Dagny Joensen
---
– Eg hitti ein dagin fólk í góðum starvi, sum nærum kendi seg illa við at fáa so nógvan skattapening aftur, orsakað av flatskattaskipanini. Tey vóru fleiri fólk í sama húsi, øll við góðari løn, og nærum hvønn mánað fingu tey hækkað skattagjald aftur. Flatskatturin ríkar tey ríku og ger tey fátæku fátækari.
Tað er vorðið sum solidaritetur, men hvussu við demokratiinum? Mær vitandi hevur eingin biðið um eitt nú flatskattaskipanina, sum varð sett í verk eftir fáum døgum.
Um so var, at politiska skipanin ikki vildi góðtaka hetta, hví hevur andstøðan ikki sett fram misálit á sitandi landsstýri? Eitt val í úrtíð hevði verið gagnligari enn núverandi støða, men tað er kanska ógjørligt at fremja í verki.
Hetta var tøkkin, sum løgmaður, ið setti persónligt atkvøðumet á valinum, vísti sínum veljarum. Tað er møguligt, at hann hevur ein dreym um einar sjálvstøðugar Føroyar, tó innan ríkisfelagskapin, ella kanska er tað bara ein barnsligur háttur hjá løgmanni at varpa ljós á sjálvan seg, so sum børn annars gera fyri at tekkjast sínum?
Hvør hevur atkvøtt fyri flatskattinum?
Flatskattaskipanin er ikki solidarisk, nú tey, sum vinna nógvan pening, fáa í túsundavís av skattakrónum aftur í lumman. Tey somu, sum kanska best kundu verið nakrar krónur fyri uttan?
Vit eru fáment í Føroyum. Hví er tað so torført hjá politisku skipanini at stýra í hesum landi, sum annars er at sammeta við eina pinkalítla kommunu aðrastaðni.
Jú, vit hava alt tað, sum stóru londini hava. Vit hava útvarp, sum hevur ment seg seinastu árini við at varpa ljós á tað, sum rørir seg í føroyska gerandisdagin. Rætt er tað.
Vit hava eisini sjónvarp, sum sýnir okkum endursendingar: Hvussu tey baka køkur í Danmark, hvussu tey bóndast í Danmark, hvussu tey dansa í Danmark - slíkt undirhald av alskyns slag, sum vit hava sæð, um vit hava FT-hald ella parabol, men lítið og einki verður víst av tí, sum hendir í okkara landi.
Sostatt er ikki neyðugt at hyggja í føroyska sjónvarpið fyri at lodda dýpið í okkara samfelag.
Eisini er Tingvarpið á skránni, tá høvi býðst, men bara til barnasjónvarpið byrjar í SvF. So verður knívskarpt latið aftur fyri tí, sum fer fram í tinginum.
Føroyskur dansur og Túnatos
Vit siga oftani, at mentanin er lívsneyðug fyri menning og framburð í einum samfelag. Kortini minka íløgurnar til mentamál fyri hvørt árið, orsakað av vánaligu búskaparstøðuni, sigur politiska skipanin, hóast øll vita, at peningur er til tað, sum myndugleikarnir vilja stuðla.
Og jú, rætt skal vera rætt. Av teimum evarsliga smáu upphæddunum, sum eru tillutaðar mentamálum í ár, hevur mentamálaráðið latið pening til føroyskan dans. Hvar speglast mentanarpolitikkurin í nútíðini?
Við hvørt hoyrist um onkra dokumentarsending, sum skal koma í SvF. Í løtuni er tað nýggjasta sendingin “Túnatos”! Álvaratos, er hatta tað mest framskygna, SvF hevur at bjóða hyggjarnum? Tað er beinleiðis at halda hyggjaran fyri gjøldur.
Og jú, vit hava eisini Tjóðleikhús Føroya, men vit hava bert ráð til sjálvt “heitið” og als ikki nakran karm um eitt nútíðar leikhús, sum kundi givið leiklistini umstøður at grógva og mennast.
Hondina á hjartað, tað er ikki óvanligt at hoyra fólk siga, at tey eru givin at hyggja í føroyska sjónvarpið, av tí at tað ikki sigur fólki nakað veruligt um okkara gerandisdag. Er tað so neyðugt at hava føroyskt sjónvarp? Kanska peningurin kundi verið nýttur betur til at ríka nútíðarmentananina.
Demokratiið ikki ein sjálvfylgja
Tað er eingin sjálvfylgja, at vit varðveita eitt framkomið demokrati, um politiska skipanin ikki vil tað. Avleiðingin kann væl verða, at fólk stinga í sekkin og royna eydnuna aðrastaðni. Eftir verða bert tey, sum ikki hava møguleika at flyta. Tá verður ikki so áhugavert at sita fyri borgum.