Tvey ár eru farin, síðani danskir myndugleikar bóðu um at sleppa at keypa gamla bankabygnignin í Húsagøtu í Havn frá Tórshavnar kommunu til politistøð. Men enn er málið ikki avgreitt, og Tórshavnar kommuna bíðar framvegis eftir svari og fær ikki brúkt bygningin til onnur endamál, so sum ætlað varð.
Tí hevur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, nú reist málið í einum fyrispurningi til Søren Pind, løgmálaráðharra.
Sjúrður Skaale vísir á, at talan var um eitt gott tilboð, og kommunan játtaði, hóast aðrar ætlanir vóru við bygninginum.
Fólkatingsmaðurin sigur, at hann hevur fleiri ferðir óformliga tikið málið upp við danska løgmálaráðharran, Søren Pind, men reisir tað nú sum ein formligan fyrispurning á Fólkatingi.
Hann spyr løgmálaráðharran, hvat hann heldur um, at ein bygningur hjá Tórshavnar kommunu – tvey ár eftir, at Bygingsstyrelsen spurdi um at sleppa at keypa hann til politistøð, framvegis ikki er keyptur, men at kommunan verður hildin aftur soleiðis, at bygningurin ikki kann nýtast til onnur endamál.
Hann greiðir frá, at Bygningsstyrelsen í september 2014 spurdi Tórshavnar kommunu, um hon vildi selja Bygningsstyrelsen bygningin at umbyggja til politistøð.
Frá september 2014 til avtalan varð gjørd 8. januar í 2016 fingu partarnir avklárað ymisk viðurskfti, gjørdar vórðu tekniskar kanningar og støðumetingar, og tað vóru beinleiðis samráðingar um prís og orðaljóð í avataluni.
Síðani varð avtalan skrivað 8. januar í 2016, sum var treytað av, at fíggjarnevndin góðtók avtaluni.
Og skrivað stendur:
»Ognin verður yvirtikin av keypara tann 1. februar í 2016, ella tann 1. í mánaðinum eftir at fíggjarnevnd Fólkatingsins hevur góðtikið avtaluna«.
– Men hóast málið fleiri ferðir hevur verið á skrá í fíggjarnevndini, so er tað framvegis ikki avgreitt. Spurningurin hevur fleiri ferðir – bæði skrivliga og munnliga – verið settur ráðharranum og ráðnum, og har eru boð komin um, at málið var á vegí nevndina. Fyrst var tað beint fyri summarfrítíðuna. Síðani 1. september. Og síðani eftur seinni.
– Enn er einki hent. Kommunan bíðar – og kann ikki brúka bygningin til tað, hann varð keyptur til, so leingi bíðað verður eftir donskum myndugleikum, skrivar Sjúrður Skaale í fyrispurninginum.