Poor Things – eitt groteskt meistaraverk

Mikudagin sýnir Filmsfelagið Poor Things í Havnar Bio, sum hevur fingið nýggja útgerð, ið varð royndarkoyrd leygarkvøldið, tá felagið vísti The Zone of Interest fyri fullum sali.

Frá Filmsfelagnum: Nýggi filmurin hjá grikska meistaranum, Yorgos Lanthimos (f.1973), hevur higartil vunnið 73 virðislønir, m.a. sum besti filmur í Venezia, Golden Globe, og fingið bestu ummæli hjá altjóða ummælarum, sum Peter Bradshaw á The Guardian, sum gevur fult stigatal og sigur: Everything in it - every frame, every image, every joke, every performance - gets a gasp of excitement.

 

Nýggjasta er, at hann í 11 førum er í uppskoti at vinna ein Oscar.

 

Eins og allir filmar hjá Lanthimos fer filmurin fram í einum groteskum og ofta perverteraðum umhvørvi, sum er alt annað enn sosialrealistiskt.

 

Poor Things byggir á samnevndu skaldsøguna hjá skotska Alistair Grey frá 1992, og kann lýsast sum ein romantisk Frankenstein-søga, har Golden Globe og Oscarvirðislønta Emma Stone fær høvuðsleiklutin sum hin unga Bella, ið granskarin Godwin (Willem Dafoe) vekir aftur til lívs.

 

##med2##

 

Undir hansara vernd, letur ein nýggjur heimur seg upp fyri Bellu, men tá hon møtir amoralska advokatinum, Duncan (Mark Rufallo), rýmir hon saman við honum út í heim, vil gera seg leysa av tíðarinnar moraliserandi høftum og fer at stremba eftir javnrætti og frígering.

 

Yorgos Lanthimos hevur fyrr gjørt filmarnar Dogtooth, The Lobster og The Favourite.

 

FILMSFELAGIÐ: 31/1 kl 20:00 Poor things (Yorgos Lanthimos 2023 141 min)

 

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##